Í vikuni frættist, at Klaksvíksleiðin fór at gevast vid sínum virksemi, tá hendan vikan var úti. Orsøkin var, at eigarin Páll Rubbeksen av heilsuávum valdi at gevast við virkseminum.
Men longu í gjárkvøldi avtalaðu Páll Rubbeksen og Jan Danielsen, at virksemi heldur fram sum áður – bara við tí broyting, at nýggi eigarin er Jan Danielsen. Nýggi eigarin ætlar at økja um virksemi og tænastuna.
Virksemi er í høvuðsheitum flutningur av vøru millum norðurøki og miðøki – serliga Klaksvík, Havnina og Skálafjørðin.



