Kappingin hjá 6-mannaførum við monnum hevur verið sera spennandi higartil í ár.
Tvær stevnur eru farnar afturum og vit hava fingið tveir ymiskar vinnarar. Á heimasjógvi vann Páll Fangi púra óvæntað, meðan Tvørabáturin vann á Sundalagsstevnuni. Í báðum róðrunum hava eisini aðrir bátar blanda seg í tøttu kappingina, har talan serliga hevur verið um Rádna, Jarnbard og Lóm.
Mynstrið higartil hevur verið, at fleiri ymiskir bátar hava havt leiðsluna í startinum, meðan Tvørabáturin tykist vera tann stinnasti í miðróðrinum, meðan Páll Fangi hevur besta endaspurtin. Í morgin fæst at síggja, um hetta mynstrið heldur fram, tá róð verður á Fjarðastevnu á Strondum leygardagin.
Í samlaðu FM støðuni liggja Páll Fangi og Tvørabáturin javnir á 1. plássi við 13 stigum.




