Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Klárt til almennan valfund í Varpinum í kvøld

Jóhann Lützen

Sunnukvøldið 22. mars kl 19.30 skipar Norðlýsið fyri almennum valfundi í samband við løgtingsvalið

Valkaféin letur upp kl. 18.00

Lokalu valevnini luttaka. Valfundurin verður stroymdur á heimasíðuni hjá Norðlýsinum – nordlysid.fo 

Í samband við valið verður skipað fyri valkafé í Varpinum, har allir flokkar luttaka við hvør sínari kafé. Hetta er sami leistur sum til býráðsvalið í 2024. 

Valfeløgini í Norðoyggjum eru í felag komin fram til evnini, ið verða umrødd.

  • Haldføri/fíggjarpolitikkur
  • Ríkisrættarliga støðan
  • Heilsuverkið/almannaverkið
  • Bústaðartrupulleikarnir

Spurningar kunnu setast valevnunum. 

Orðstýrari verður Jóhann Lützen.

Øll eru vælkomin.