icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Klassamunur!

Jákup Ósá – Myndir: Oliver Joensen

(Dystarfrásøgn) KÍ spældi sín besta dyst hetta kappingarárið í Sapugerði í dag. Teir bláu vunnu 3-0, og tað kundi enntá verið enn størri útisigur.

Hjá Víkingi var farið aftur til leikskipan við fýra í verjuni, nú Sigfríður Clementsen aftur stóð á odda fyri liðnum. Adrian Cascaval var settur á beinkin frá byrjan, meðan Elias Lervig byrjaði á høgra bakki og Hans Jákup Lervig á vinstra kanti. Hjá KÍ var ein broyting í mun til seinast. Jákup B. Andreasen kom inn fyri Ronni Møller-Iversen. KÍ spældi í einari 4-5-1/4-2-3-1 líknandi spæliskipan, har Semir Hadzibulic lá aftanfyri Páll A. Klettskarð.

 

 

KÍ setti seg tungt á dystin

KÍ setti seg tungt á dystin frá byrjan. Fyrstu løtuna fingu teir bláu fleiri hornaspørk, sum vóru vandamikil. Víkingur hevði eitt langskot frá Hanus Jacobsen, men annars var ongantíð nær við hjá heimaliðnum. KÍ hevði fleiri góðar royndir á málið og tað tóktist bara vera spurningur um tíð, áðrenn tað bleiv 1-0. Og í 30. minutti kom hol á, tá Jákup B. Andreasen skeyt hornasparksinnlegg til Hørð H. Askham, sum kundi skora sítt fyrsta mál fyri KÍ. Og løtu seinni økti Páll A. Klettskarð eftir innlegg frá vælleikandi Boris Dosljak. KÍ hevði eisini aðrar møguleikar, men hálvleiksstøðan var 2-0 til KÍ.

 

 

Bara spurningur um stødd á KÍ sigrinum

Í seinna hálvleiki byrjaði Víkingur betri. Adrian Cascaval bleiv settur inn á vinstra bakk, meðan Hanus Jacobsen bleiv fluttur longur fram. Víkingur kom eisini til ein stóran málmøguleika, tá 50 minuttir vóru leiktir, men Adeshina Lawal skeyt viðsíðuna av. Hetta var fyrsti og einasti stóri málmøguleikin hjá Víkingi í øllum dystinum. Eftir hesa fyrstu løtuna í seinna hálvleiki fótaði KÍ sær og fekk skjótt tamarhald á dystinum aftur. Í 58. minutti bleiv dysturin endaliga avgjørdur, tá Boris Dosljak fann Páll A. Klettskarð, sum kom á máltalvuna fyri fyrstu ferð síðani 1. umfar. Seinasta hálva tíman var spurningurin bara um, hvussu stórur sigurin hjá KÍ skuldi vera. Fleiri stórir málmøguleikar vóru, men Elias Rasmussen, sum helst var dagsins leikari hjá Víkingi, bjargaði væl.

 

 

KÍ framúr og Víkingar tamir

Tað er sjáldsamt at síggja eitt so passivt og tamt Víkinga lið, sum vit sóu í dag. Um leikararnir vóru merktir av venjaraskiftinum í vikuni er ógreitt, men um vit samanbera við dystin í Klaksvík millum liðini fyri fáum vikum síðani, tá Víkingur vann, so hevði Víkingur nógv meira at bjóða tann dystin. Einki skal takast frá KÍ, sum vísti gott spæl í stórum pørtum av dystinum og leikliga spældi sín besta dyst hetta kappingarárið. KÍ spældi nærum ongantíð við longum bóltum, men hinvegin við góðum spæli eftir jørð, har miðvøllurin eisini bleiv nógv brúktur. Sum heild sóu vit nógv gott spæl frá KÍ, sum vit hava saknað flestu av hinum dystunum í ár. Víkingur legði ikki høgt trýst og KÍ slapp at spæla bóltin upp eftir vøllinum. Mongu KÍ áskoðararnir fóru væl nøgdir heim aftur við stórsigri móti Víkingi. Sigurin kundi enntá verið enn størri í mun til dystargongd. Við sigrinum kom KÍ uppá 2. plássið og skal á Norðoyastevnu spæla eitt slag av toppdysti, tá B36 á 3. plássi vitjar.