icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klientpolitikkurin

Oliver Joensen

Tað var ein íslendskur eygleiðari, sum segði um íslendsku stjórnina seinastu mongu árini, at nú høvdu íslendingar fingið flokkastýri heldur enn fólkaræði.

Hann sipaði til, at stjórnarflokkarnir, hóast ymiskir hugsjónarliga, funnu saman, tí politiski vinningurin var størri enn hugsjónarligi missurin; semjan var, at teir hvør í sínum lagi í stjórn sluppu framat mjólkikúnni og soleiðis kundu mjólka kúnni úr høgru og vinstru lið til seg og síni.

Støðan er ikki heilt ólík teirri føroysku. Tað eigur ikki at bera til at flætta so ymiskar hugsjónir saman sum ta sosialu á vinstra borði og ta borgarligu á høgra borði. Men tó hava Javnaðar- og Fólkaflokkurin als ongar trupulleikar at samstarva. Hví man tað vera? Er tað tí at klientpolitikkurin vinnur á hugsjónunum? Tvey høvuðsmál vórðu framd í samgonguskeiðnum 2004-2007. Skattalætti og øktur samhaldsfasti. Fólkaflokkurin vil hava skattalættar og Javnaðarflokkurin vil hava øktan samhaldsfasta. Klientpolitikkurin livdi sítt fríska lív, tí veljararnir hjá báðum flokkum fingu sítt. Men í øllum hesum gloymdu flokkarnir tað týdningarmesta. Búskapin. Vit minnast øll, at árini 2004-2007 var nýtsluveitsla í Føroyum. Virksemi, keyp og nýtsla vóru størri enn nakrantíð. Og skattaavkastið í landskassan var hareftir. Í hesum floymandi peningastreymi frá ótamdum útlánsvirksemi úr bankunum varnaðust ABC-flokkarnir ikki, at júst yvirhitaði búskapurin var grundarlagið undir klientpolitikkinum.

Nú er krubban tóm. Nú er hvørki rúm fyri skattalætta ella øktum samhaldsfasta. Tey góðu kortini, sum burdu verið løgd á borðið, nú tað sansar at í búskapinum, vórðu oyðslað burtur í fyrra ABC-tíðarskeiðnum. Tað var nú, skattalættar skuldu verið veittir. Tað var nú, at samhaldsfasti skuldi vaksið. Men nú er megin sogin úr almenna kassanum. Arvasilvurið er selt á útsølu, og ein støðugt økt lánibyrða verður flutt til næsta ættarlið.

Tíðin er komin at venda aftur til sunt og skilagott fólkaræði. Tíðin er komin hjá samgonguflokkunum at hyggja hvønnannan í eyguni og siga: hatta var tað. Tí tað er lítið sannlíkt, at nakar kreppupakki kemur burturúr so ymiskum hugsjónum, sum teimum ráðandi. Nú er ikki rúm fyri partapolitiskum avtalum, og tí verður tað neyvan so spennandi at ráða fyri borgum. Tí er ógvuliga sannlíkt, at nýtt landsstýri verður skipað innan alt ov langa tíð. Alt annað er óðamannaverk. At sita og gera onki í langa tíð tekur seiggið úr sjálvt teimum mest seiglívaðu. Ein savningarstjórn er ein møguleiki, og líkist tað tí, Miðflokkurin mælti til tíðliga í vár. Tí er mín áheitan á Landsstýrið: gerið skjótt av við kreppuloysnunum, og so fáa vit at síggja, um tað ber ella brestur.

Bill Justinussen