Størsta byggifyritøka í Norðoyggjum og her á leið – Norðhús – undirskrivaði í næstseinastu viku sáttmála við SMS um at byggja eitt nýtt og tíðarhóskandi Bónus
Hóast Bónus hevur ligið nakað kroystur á Stangarvegunum við trupulum parkeringsviðurskiftum, hevur hetta verið ein heilt nógv vitjaður handil við víðfevndum útboði av matvørum nú í mong ár. Hetta er ein av handlunum norðingar hava tikið til sín.
Fyritøkan hevur sæð í eyguni, at skal hon vaksa, verður neyðugt við størri plássi innan og ikki minst, at útvegað verða væl fleiri parkeringspláss, tí tey munnu vera fá, sum ikki fara til handils í bili.
At fyrrverandi Klaksvíkar Ullvirki, (seinni Klaksvíkar Byggivirki, uppaftur seinni partur av Klaksvíkar Tiburhandli), har so nógvar søguligar hendingar eru farnar fram, samstundis verður ætlandi varðveittur við spennandi ætlanum, tænir leiðsluni í SMS til heiðurs.
Norðoyatunnilin var m.a. við til at skapa eitt sera hugnaligt og gott umhvørvi í Klingrugarði. Hetta er helst ein av tungu orsøkunum til, at leiðslan fyri SMS, sum fleiri ferðir hevur víst seg at vera visjónsrík, eisini sær sær ein møgulgeika fyri at økja merkisvert um søluna, samstundis, sum kundatænastan verður lyft upp á alt hægri og meiri nútíðar støði.
Klingrugarður og Norðhús
Tað er nú ikki av tilvild, at SMS fekk sær Norðhús til at taka við tilboðnum at byggja.
Norðhús er ídag størsta byggifyritøka í Norðoyggjum og økinum her á leið, hevur staðið fyri bygging av allarflestu stóru tilboðunum, hevur framt størri byggiarbeiði bæði í Klaksvík og aðrastaðni. Fyritøkan hevur 40 fólk í arbeiði.
Sum dømi kan nevnast, at av teimum átta bygningunum í Klingrugarði, hevur Norðhús bygt teir fimm. Bónus verður sostatt sætti byginginurin teir fara í gongd við í Klingrugarði.
Bygningurin latin um Norðoyastevnuleitið
Ætlanin er samansett soleiðis, at Norðhús fer í gongd nú beinanvegin við at taka bygningin eystanfyri Ullvirkið niður, og meiningin er, at teir skulu lata SMS Bónus bygningin longu um Norðoyastevnuleitið, soleiðis at liðugtgerð av køli- og frystitólum, múraraarbeiði innibúgvi o.m.a. verður byrjað.
At Bónus flytur í Klingrugarð, ferð at gera hetta økið til eitt uppaftur nógv meiri spennandi handils- og tænastuøki, og fer samstundis at geva fyritøkum har á leiði meiri sølu og gea økið til tað, sum tað var ætlað.
Fyri at síggja nøkur av størru arbeiðunum hjá Norðhús, ber til at fara inn á heimasíðu teirra
www.nordhus.fo




