Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kloakkarbeiði við Biskupsstøðgøtu

Orð og myndir: Dávur Winther

Sum liður í dagføring av kloakkunum hevur Klaksvíkar kommuna yvir eitt 6-8 ára skeið sett av til samans um 80 milliónir í verkætlan, kallað Spillvatnsætlanin.

Tí verður í løtuni vegurin grivin av yvirum Biskupsstøðgøtu við Fonnflog. Leiðing verður løgd frá reinsiverkinum á Biskupstøð niðan til Jørundsgøtu, Fjósabrekku og heilt norður á Garðavegin.

Eftir ætlan skal vegbreytin verða løgd aftur í morgin á middegi, so koyrandi er um vikuskiftið í báðum síðum.

Mánadagin verður so hildið fram í ovara borð á sama vegastrekki. Mett verður, at hetta arbeiðið kemur at taka eini tveir dagar, til aftur er koyrandi á breytini.

Asfalterað verður aftur ikki so langt eftir at breytin fylt upp og tað verðurfarbart.

Tað er Sp/F á Brekku sum ger hetta arbeiðið fyri Klaksvíkar kommunu.