Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klókt av Javnaðarflokkinum

John William Joensen

LEIÐARIN: Tað kann skapa óneyðugan órógv og óstabilitet at hava býráðsval í úrtíð.

Áðrenn bygda- og býráðsvalið var í 1974, varð samtykt at býráðskeiðið bert skuldi verða 1974-1976 – 2 ár – hjá øllum uttan Tórshavnar Kommunu, fyri at fáa allar kommunur at hava sama valdag.

– Tað var sera køvandi fyri býráðsarbeiðið siga fleiri býráðspolitikarar.

Norðlýsið hevur verið í samband við býráðspolitikarar, sum fylgdu við býráðsskeiðinum 1974 til 1976, sum sostatt bert vardi í 2 ár. Sagt verður, at tað var ikki bara køvandi, men eisini oyðileggjandi fyri alt arbeiðið. Hesi bæði árini fóru fyri sovítt fyri einki í einum óstabilum landi.

Tí halda hesir, at tað eru so nógv ár gingin, síðani byrjað var at tosa um samanleggingar av kommunum, at neyðugt nú skal vera at halda bygda- og býráðsval í úrtíð er bæði skilaleyst, óumhugsað og doyvandi fyri alt kommunalt arbeiði.

Tað kann tí tykjast, at fyrrverandi kommunalpolitikarar hava verið uppí avgerðini hjá Javnaðarflokkinum um ikki at hava val í úrtíð, men at lata hetta býráðið sita setuna út, tí onkrir minnast ilat afturá ta tíðina.

Eingin ivi er í, at tað, at Føroyar ofta ikki koma longur á leið er, at hovsa-loysnir eru so væl kendar bæði hjá embætisfólkum og politikarum, tí man heldur, at trupulleikin er, at mátin er skeivur, meðan tað hinvegn er tann veruleiki, at ikki nóg nógv orka verður løgd í sjálvt arbeiði og tað úthaldni í krevst..

Eingin ivi er um, at Javnaðarflokkurin er farin 35 ár aftur í tíðina og hevur hugsa seg um, hvussu lítið fekst burturúr teimum tveimum árunum, og serliga nú vit síggja, at Føroyar eru undir hóttafalli.

Nei, latið býráðsvalið verð, tá tað eigur at vera nevniliga í 2012. Umráðandi er, at fólkið fær frið at arbeiði og at stabilitetur verður upparbeiddur.

Her hevur Javnaðarflokkurin tikið eina rætta avgerð