Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klopp hevur hálsfevnt 3241 ferðir

Danial Viðoy

Jürgen Klopp, venjari hjá Liverpool, hevur í síni tíð sum venjari, hálsfevnt leikarar og aðrar persónar heili 3241 ferðir.

Jürgen Klopp, venjari hjá Liverpool, hevur í síni tíð sum venjari, hálsfevnt leikarar og aðrar persónar heili 3241 ferðir.

Liverpool FC hevði gallaveitslu í gjárkvøldið, har leikarar og venjarar fingu ársins heiðrar fyri farna kappingarár.

Undan gallaveitsluni, har tað er gjørt upp, hvussu Klopp hevur klárað seg í teimum fyrstu 50 dystunum fyri Liverpool, eru eisini tøl fyri, hvussu ofta Liverpool-venjarin hevur hálsfevnt persónar.

Umroknað til dagar er hetta góða 15 hálsfevningar um dagin. Og umroknað til vikur eru tað 108 um vikuna.

Tað er kanska heldur ikki undarligt, at venjarin er væl lýddur í felagnum. Helst ikki bert fyri hálsfevningarnar, men serliga um úrslitini í Evropa, har Liverpool skal spæla Europacup-finalu mikudagin.