Fólkaflokkurin leggur uppskot fyri Løgtingið í dag, sum skal gera matvørulóggávuni smidligari og meira føroyska. Tað skal vera við til, at stimbra føroyska matmentan og samleika.
Fólkaflokkurin leggur uppskot fyri Løgtingið í dag, sum skal gera matvørulóggávuni smidligari og meira føroyska. Tað skal vera við til, at stimbra føroyska matmentan og samleika.
Gott 30 nýggj lógaruppskot eru komin inn um tingsins gátt, nú tíðarkarmurin at lata mál er farin. Millum rúgvuna er uppskot frá Fólkaflokkinum, ið skal broyta matvørulóggávuna soleiðis, at hvør Hanus og Janus kann sleppa at selja sín havhest, lomviga, sítt krov osv. í matvøruhandli, uttan góðkenningar av ymsum slagi. Borgarin skal sleppa at velja føroyskan mat við og uttan góðkenning.
Í stuttum skal hetta broytingaruppskotið vera við til, at gera tað møguligt hjá allari siðbundnari og nýmentari føroyskari matvøruframreiðslu at røkka brúkarunum. Ein borgari við ongari fleygingarstong og ongum báti, skal hava somu atgongd til føroyskan mat, sum tann borgari, ið eigur slíkt.
Blóðpylsan hjá ommu
Fyri at taka eitt dømi, skal tað verða møguligt hjá viðkomandi, sum hevur fleygað havhest, tikið nátar, rasað fisk o.a., at selja hetta til matstovu ella handil, uttan heilsufrøðiliga góðkenning.
Í grundini kann Føroya bestu knettir, besta blóð- ella rullipylsa hjá ommu ella langommu kunna verða til taks á matstovu ella í handli – uttan at yvirvøld blandar seg.
ES skal ikki hindra føroyskari matmentan
Matvørulógin skal gagnast øllum, ikki bert slátingarmiðstøðum, stórbóndum, men eisini vanliga borgaranum. Fólkaflokkurin meinar, at hetta kann vera við til at stimbra føroyska matmentan og fyri so vítt ferðavinnu munandi.
Siðbundna matmentanin skal sleppa at vinna frama, uttan at verða darvað av reglum, eitt nú úr ES, stendur m.a. í lógaruppskotinum:




