Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Knút: HB vinnur og KÍ fær reytt kort

Jákup Ósá

KÍ og HB viðhaldsfólk meta um klassikaran: Næstur í røðini er Knút Olsen.

KÍ og HB viðhaldsfólk meta um klassikaran: Næstur í røðini er Knút Olsen.

Knút Olsen, sum vanliga kallar seg HB fan nr. 1, sær við spenningi fram til dystin sunnudagin. Hann væntar at HB vinnur móti einum hart spælandi KÍ liði.

1. Hvussu ert tú nøgdur við byrjanina hjá HB í ár?

Vit kundu byrja betur, men ÍF í Fuglafirði hava vit haft trupulleikar av í fleiri ár so1 stig har var OK. Men vit skuldu haft vunnið tann dystin. Men vit fingu stig móti AB á heimavølli og tað fingu vit ikki í fjør.

2. Hevur KÍ dysturin eyka stóran týdning fyri teg enn ein vanligur dystur?

KÍ dysturin hevur altíð stóran týdning fyri meg sum HB fan nr. 1 og nokk fyri øll rundanum HB. Tað sama er so sanniliga eisini galdandi fyri KÍ viðhaldsfólkini.

3. Hvat fyri dyst væntar tú sunnudagin?

Eg vænti ein javnan dyst. Men mær er fortalt, at KÍ arnir spæla meira hart spæl í ár enn í fjør og kanska skyldast tað venjaranum?

4. Hvørjir eru lykla leikararnir hjá liðunum báðum sunnudagin?

Allir eru góðir. Men um eg skal velja onkran, so kundi tað verið Teitur, Arnbjørn, René, Poul, Pál ella sjálvandi Fróði, sum hann verður við. Eg vil ikki pilka nakran burturúr, men eg haldi, at allir hasir vístu gott spæl til allar venjingardystirnar. Hjá KÍ eru tað Atli Danielsen, Hjalgrím Elttør, Páll A. Klettskarð og Kenan Hajdarevic, sum eg síggi sum lyklaleikarar sunnudagin.

5. Hvat verður úrslitið?

Vit vinna dystin 3-1 og KÍ fær eitt reytt kort.

Les annað KÍ-HB tilfar:

– Vinnur KÍ er alt á gosið í Klaksvík sunnudagin

Avgerðin fellur ofta seinastu løtuna