Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Køkurin til Skúvadalshúsið klárur

Oliver Joensen

Undir leiðslu av Linjon Jacobsen, hava eldsálir smíða nýggja køkin til Skúvadalshúsið. Málið hevur verið, at køkurin skuldi vera liðugur til fyrstu vikuna í mai, tá køkurin eftir ætlan skuldi eystur. Longu nú er hann liðugur og hann bleiv royndarkoyrdur í kvøld, har almenningurin kundi skoða verkið.

Árni Skaale greiddi frá gongdini í vetur og segði millum annað, at til køkin er alt steintoy, gaflar, knívar, grýtur, pannur, ja snøgt sagt alt sum skal til fyri at dekka til fýra borð við 8 persónum við hvørt borðið. Og alt sum er í køkinum er spildur nýtt, eins og køkurin sjálvur. Komfýrurin, ið er á myndunum er bert ein gamal, sum stendur til at halda mátini á komfýrinum, tí nýggi gasskomfýrurin er fyri langari tíð síðani farin eystur. Hetta hevði við sær, at kvinnurnar tóku fasta køkin í Uppistovu, tá tað kom til at baka pannukøkurnar, sum SNP bjóðaði í kvøld. 

Samstundis var ein innsavning til Krabbameinsfelagið. fitt av fólki vóru møtt og forsangari og fyrisangari var Hans Hjalti Skaale.

Árni Skaale hevur ætlan um, at alt inni í Skúvadalshúsinum skal vera liðugt í summar.