Sera nógvur vindur hevur verið kring oyggjarnar ídag og kann ikki annað sigast enn at soleiðis hevur eisini verið í Gøtu, har ein bilur sum var á veg norður eftir endaði í kirkjugarðinum og ein bingja við Fiskavirkið fór á flog.
Bilurin, ein innilokaður vøruvognur, var tikin av vindi beint omanfyri kirkjugarðin í Norðagøtu, vendur í luftini og feyk oman í kirkjugarðin.
Áv politistøðini í Runavík frætta vit, at í vørubilinum sum var á veg norður eftir vóru ein drongur og ein maður. Aftana at teir báðir vóru tiknir oman á Fiskavirkið í Norðagøtu, kom sjúkrabilur úr Havn eftir teimum. Tá vit tosaðu við politistøðina vóru teir ikki komnir til Havnar og tí kundi politiið ikki siga nakað um snuddirnar teir høvdu fingið, men sum skilst, so hevði maðurin fingið ilt í annað beinið, ímeðan drongurin hevði fingið ilt í høvdið.
Beint fyri døgurða fór ein bingja á flog uttan fyri Fiskavirkið.




