Týsdagin kanst tú velja millum einar kolasvartar Føroyar ella einar litríkar Føroyar. Tað er tú sum avgerð, hvørjar Føroyar tú vaknar til mikumorgunin. Hvør einasta atkvøða telur við, um vit skulu skapað einar Føroyar, har samkynd eru javnsett við aðrar borgarar í samfelagnum.
Føroyar eru seinastu árini broyttar til eitt meira rúmligt og tolsamt samfelag. Hóast ein stórur meiriluti av fólkinum í Føroyum tekur undir við javnsetan í hjúnarbandslógini, so haltar løgtingið aftaná. Ein lítil bólkur av politikkarum hava tikið okkara løgting til gísla í einum stríði, har teirra fremsta mál er at forða samkyndum sjálvsøgd borgarlig rættindi.
Koma teir somu til valdið, sum hava sitið, so vita vit øll, at Føroyar eisini komandi árini fara at verða stýrdar av einum minniluta, sum einráðandi avgerð í politisku skipanini um samkynd skulu verða javnsett við aðrar borgarar ella ikki.
Skriva søgu og vel fyri fyrstu ferð ein samkyndan á løgting.
Eg vil verða ein staðilig áminning í løgtinginum um, at okkara samfelag er annað og meira enn tað, sum ávísir løgtingsmenn vilja gera tað til.
Tað er nærum ómøguligt at finna ein samkyndan føroying yvir 40 ár, antin torir hann ikki at standa opið og erligt við sín seksualitet – ella hevur hann á ungum árum pakkað hjarta sítt í kuffertið, og keypt ein einvegis ferðaseðil til annað land.
At noyða fólk í útlegd, er tað sama sum at ræna týdningarmiklastu kensluna frá teimum, kensluna av at hoyra til og kenna seg heima, kensluna av at kenna seg virðismiklan fyri tað land, sum er eins egna, og har hjartablóð og røtur eru.
Hetta rakar ikki bara tey sum noyðast at fara, men eisini tey, sum eru eftir, tí tey missa synir, døtrar, brøður og systrar, vinfólk og foreldur. Fyri samkynd hevur verið alt ov lætt at taka avgerð um at fara, men seinastu árini eru Føroyar broyttar. Fólkið í Føroyum hevur ferð eftir ferð á stórum pride skrúðgongum gingið lið um lið við okkum. Vit hava fingið kenslu av at hoyra til, tikið okkum rættin til at verða her og nú manglar bara at fáa hetta staðfest við lóg, so vit hava somu borgarligu rættindini og skyldurnar.
Fá munnu vit vera, sum kenna okkum aftur í tí fordøming, sum partar av politiska landslagnum hava mótvegis tí, sum er øðrvísi enn tey sjálvi. At tey so brúka bíbliuna til at fremja hesa fordøming og haturstalu, sigur ikki so lítið um tey.
Lat ikki hesi sleppa at avgerða hvørjar Føroyar tú vaknar til mikumorgunin eftir valið.
Vel einar fjølbroyttar og rúmligar Føroyar.
Vel einar litríkar Føroyar
Vel ein samkyndan á Løgting
Sonja J. Jógvansdóttir, valevni hjá Javnaðarflokkinum
Fakta:
Borgarlig vígsla er, tá ið tú verður giftur á bý- ella bygdaráðsskrivstovuni ella hjá løgregluni.




