Sum nakað nýtt er Klaksvík í ár partur av heimsumfevnandi tiltakinum Earth Hour, sum er eitt átak fyri at varpa … myrkur á umhvørvis- og klimabroytingar kring allan heimin. Í ein tíma, klokkan 20:30 og til 21:30 leygarkvøldið 24. mars, verða øll gøtuljós í Klaksvík sløkt.
Tiltakið Earth Hour byrjaði í Sydney í Australia í 2007 og er síðani bara vorðið størri og størri. Tórshavn kom við í 2009, og í ár vera so bæði Klaksvík og Vága Kommuna eisini við.
Talan er fyrst og fremst um eitt veðurlagsátak, sum skal fáa fólk at steðga á og gerast meira tilvitað um klimabroytingar og ikki minst hugsa um, hvat tey sjálvi kunnu gera fyri umhvørvið.
Tað er heimsfelagsskapurin fyri villini djór, WWF (World Wildlife Fund), ið er altjóða fyriskipari av átakinum.
Hetta vikuskiftið ber sostatt til at koma norður í myrkrið.



