Tað skal serverast rætt, á Føroya Sjómannadegi, fiskur frá Gadus, enskt Fish & Chips, matgjørt av enskum elitu Fish & Chipskokkum, epli og alt tilhoyri kemur úr Onglandi.
Vit eru til dystin fús, siga teir báðir kokkarnir Gavin og Craig frá Papa’s í Onglandi. Teir hava báðir verið við í eini kapping ímillum 11.000 Fish & Chips búðir í Onglandi og vunnu seg fram ímillum 5 teir bestu.
Í morgin fara teir at vísa kynstur sýni úti í Klaksvík, tá stóra fiskabuféin fer í gongd.
Niðanfyri eitt video frá Pap’as:




