Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Kom til Mikladals í døgunum 3. og 4. august 2018

John William Joensen

Vitja kópakonuna og kom til árliga summartiltakið hjá Mikladals Sóknar Fráhaldsfelag. Fríggjakvøldið hita vit eyðnuhjólið upp og trekkja nakrar vinningar og kaffisølan er opin. Leygardagin 4. august kl.13 vitjar Bubu og fer at undirhalda við sangi og øðrum

Vit fara at spæla bingo ímeðan vit ganga niðan á Háls og síðan fara vit at grilla í túninum. Seinni uml. kl 19 byrjar eyðnuhjólið. Og sjálvandi verður kaffisølan opin í Innistovu ímeðan tiltøkini eru.

Alt hetta kanst tú uppliva í Mikladali 4 august 2018 – kom við!

 

Skrá:

Fríggjakvøldið 3 august

19.30 Kaffisølan letur upp

20.30 Eyðnuhjól

 

Leygardagin 4 august

12.30 Kaffisølan letur upp

13.00 Bubu

14.00 Kondibingo

15.30 Grilla

19.00 Eyðnuhjól 

Mikladals Sóknar Fráhaldsfelag