Á Samkomu í Skúlanum á Ziskatrøð fingu 11 næmingar handað prógv fríggjadagin 28.mai. Hetta er aðru ferð, at Klaksvíkar Kvøldskúli skipar fyri yrkisskeiði innan landbúnað, og í vetur hava 3 kvøldskúlar skipað fyri slíkum skeiðum, ið eru neyðug, um tú ætlar tær at festa.
Talan er um skeið, kunngjørd í juli 1992 og skipað eftir kravi frá Føroya Jarðarráði til umsøkjarar til festi. Nú, Jarðarráðið verður avtikið, er hugsandi, at krøvini til yrkisligan førleika verða broytt. Hetta er nú upp til landsstýrismannin í vinnumálum at taka støðu til.
Verandi skeið umfata lærugreinirnar : Búskap, Húsdjór, Lívfrøði & náttúra, Plantur, Tøkni og eina umfatandi verkætlan. Tímatalið er ásett til 200 tímar fyriuttan próvtøkutíðina. Lærararnir eru teir somu sum í fjør: Odd Færø, Jákup K. Bærentsen, Eyðun Eliasen og Peder Haahr. Gestalærarar vóru Torben og Karen Olsen. Krøvini er sostatt stór, og tað er onki yvir at dylja, at fyri flestu næmingarnar er skeiðið strævi at koma ígjøgnum. Hetta ikki minst tí at luttakararnir røkja dagliga starv sítt, meðan skúlagongdin er um kvøldið.
Leiðarin fyri Kvøldskúlan, Eigil Hentze, sigur, at 18 næmingar vóru teknaðir til skeiðið, tá tað byrjaði, men at onkur flutti á skeið aðrastaðni, meðan aðrir góvust av ymiskum orsøkum. 11 gjøgnumførdu skeiðið og fingu handað prógv við góðum úrslitum. Hetta hendi á stuttari, men hugnaligari samkomu í Skúlanum á Ziskatrøð fríggjadagin 28. mai.
Tey, ið fingu prógv, eru : Torkil Steinberg, Einar Klakkstein, Andrias Nýggjagarð, Pól Sundsskarð, Halldis á Grønastøð, Svanhild Christiansen, Hans Hjalte Skaale, Finnbjørg Joensen, Petur Andreasen, Jeanni Sørensen og Jákup Jacobsen.
Borgarstjórin Steinbjørn Jacobsen bar heilsan frá Klaksvíkar Kommunu og gávuhandan fór fram frá MBM, Klaksvíkar Timburhandli og Norðoya Sparikassa.




