Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Komandi heimsstjørnur á Tórsvølli í morgin

Jákup Ósá

Sí videobrot av nøkrum av bestu týsku leikarunum.

Týska U21 landsliðið hevur fleiri leikarar, sum mong vænta sera nógv av í framtíðini.

Týska U21 landsliðið var eisini í bólki saman við Føroyum í seinastu undankapping, og tá vístu týskarar eisini høgt støði í Føroyum. Men hinvegin spældu Føroyar fult upp ímóti týska liðnum í Týsklandi, har føroyska liðið var á odda 2-1 og eisini trýsti móti endanum fyri at fáa útjavnandi málið.

Hesaferð eru leikarar á týska liðnum, sum longu hava ein ávísan leiklut í sínum felag. Nevnast kunnu Maximilan Arnold, Maxi Meyer, Leon Goretzka, Julian Brandt, Davie Selke og Leroy Sané.

Sostatt er talan um stóra uppgávu hjá føroyska U21 landsliðnum, sum hevur eitt ungt lið, sum enn ikki er serliga væl samanspælt. Dysturin á Tórsvølli týskvøldið byrjar kl. 17.30.

Niðanfyri kunnu nøkur brot síggjast av nøkrum av týsku leikarunum, sum vera á Tórsvølli týskvøldið.