Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Komandi týskar stjørnur vitja fríggjakvøldið

Jákup Ósá

Norðlýsið hevur hugt eftir mest spennandi leikarunum á týska U21 landsliðinum, ið spælir á Tórsvølli fríggjakvøldið kl. 19.45.Og lat okkum siga tað beinanvegin. Hetta eigur at vera eitt “must” hjá føroysku áskoðarunum at fara at hyggja eftir

Norðlýsið hevur hugt eftir mest spennandi leikarunum á týska U21 landsliðinum, ið spælir á Tórsvølli fríggjakvøldið kl. 19.45.

Og lat okkum siga tað beinanvegin. Hetta eigur at vera eitt “must” hjá føroysku áskoðarunum at fara at hyggja eftir, um ein vil siggja evnaríkar útlendskar komandi/núverandi stjørnur. Tí talan er um eitt lið, sum í evnum og framtíðar møguleikum helst stendur frammanfyri fleiri av A-landsliðunum, ið vitja í Føroyum gjøgnum árini. Og so skulu vit ikki gloyma føroyska U21 landsliðið, ið hevur fingið nógv góð úrslit.

Flestu leikararnir í týska U21 hópinum, sum venjarin Horst Hrubesch, hevur tikið út, spæla í Týsklandi.

Niðanfyri hava vit valt nakrar av mest spennandi leikarunum, ið eru úttiknir til dystin, men sum fólk kanska ikki kennast so væl við, ið ikki fylgja væl við týskum fótbólti.

Marc-André ter Stegen

Marc-André ter Stegen er 21 ára gamal og er til dagligt 1.málverji hjá Borussia Munchengladbach. Hann er mettur sum eitt tað størsta málmans talenti í Europa og so seint sum í summar var hann settur í samband við Barcelona at avloysa Victor Valdes, sum tá møguliga var á veg burtur úr Barcelona. Hann hevur eisini spælt 3 ferðir á A-landsliðinum.

Erik Durm

Erik Durm er 21 ára gamal høgri bakkur frá Champions League finalistunum úr Borussia Dortmund. Hann fekk sína “debut” á besta liðinum í Bundesliga’ini í 1.umfarinum hetta kappingarárið móti FC Augsburg, har Dortmund vann 4-0.

Jonas Hofmann

Ein annar Borussia Dortmund leikari er 21 ára gamli vongurin Jonas Hofmann. Hann er komin inn í trimum av landskappingardystunum hjá Dormunt hetta kappingarárið, hevur skorað 1 mál og lagt upp til 2 mál.


Leon Goretzka

18 ára gamli sentrali miðvalla leikarin Leon Goretzka bleiv keyptur til Schalke 04 í summar. Hann hevur higartil í ár byrjað inni í einum dysti og er komin inn í tveimum dystum í Bundesliga’ini.

Moritz Leitner

Moritz Leitner er 20 áramal sentralur miðvalla leikari, sum Stuttgart hevur leigað frá Dortmund. Í Dortmund hevur hann annars leikt tilsamans 42 dystir og var roknaður sum maðurin, ið skuldi avloysa Shinji Kagawa. Hann spældi eisini nógv fyrstu tíðina, men misti so plássið til Mario Gøtze. Í summar bleiv hann útleigaður til Stuttgart.

Kevin Volland

Og í álopinum hjá týska U21 landsliðinum er stóra stjørnan 21 ára gamli Kevin Volland. Hann spælir við Hoffenheim og er ein málfarligur álopsleikari, ið higartil hevur skorað 3 mál í 4 dystum í Bundeliga’ini hetta kappingarárið og hevur hartil lagt upp til 2 mál. Hann hevur spælt 10 dystur á U21 landsliðinum og skorað 3 mál. Í fjør skoraði hann 6 mál og legði upp til 12 mál í Bundesliga’ini.

Niðanfyri kunnu youtube brot síggjast av nøkrum av omanfyri nevndu leikarunum, har onkur helst fer at vera nógv meira kendur fyri føroyingar í framtíðini.

Mynd: DFB

Allur týski U21 hópurin kann síggjast HER