Vandi er fyri, at tað verða køir við inngongdirnar til Summar Festivalin áðrenn konsertina við Scorpions fríggjakvøldið. Bestu ráðini eru: Komið í góðari tíð
Áhugin fyri Summar Festivalinum er størri enn nakrantíð, og tað hevur við sær køir við inngongdina til festivaløkið. Áðrenn konsertina við Banaroo hóskvøldið vóru køir, og vandi er fyri tí sama áðrenn konsertina við Scorpions fríggjakvøldið.
Bestu ráðini til fólk eru, at tey koma í góðari tíð. Tað nyttar ikki at koma ein hálvan tíma áðrenn konsertina, tí tað kann verða bíðitíð at fáa armband uppá. Komið ein ella tveir tímar áðrenn konsertina, so tit kunnu sleppa inn á økið, áðrenn konsertin við Scorpions byrjar.




