Fríggjamorgunin 4. august kl. 07:35-08:00 og kl. 08:05-09:00 sendir Kringvarp Føroya sendingina Summarmorgun úr Café Fríðu í Klaksvík, sum til tiltakið verður pyntað við bláum og hvítum KÍ-litum og -pløggum.
Bláa Bylgjan og Café Fríða heita á øll KÍ-viðhaldsfólk um at koma í café’ina, soleiðis at vit fáa ein góðan KÍ-stemning í sambandi við hesum serligu sending, sum verður send Føroya fólki fríggjamorgunin.
Café Fríða bjóðar kaffi til allar KÍ-fjepparar, sum koma at lurta eftir sendingini fríggjamorgunin.
Hjartaliga vælkomin í Café Fríðu frá kl. 07:30 fríggjamorgunin.



