Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

– Kommunala eftirlitið hevur einki ímóti at Eystur Kommuna byggir til útleigan

John William Joensen

Hilmar Høgenni, deildarstjóri á kommunudeildini í Innlendismálaráðnum, sigur at Eystur kommuna kann byggja til útleiging

Tað er nú long tíð liðin síðan Bárður Nilsen, avgjørdi at miðsavna Toll og Skatt í Norðagøtu og í fyrstuni var ætlanin at toll og skatt skuldi verða partur av privatari verkætlan í Norðagøtu.
Men hetta dróg út og endin var at nýggji fíggjarmálaráðharrin setti Toll- og Skatt eina deadline fyri at koma við einari ítøkiligari ætlan, og beint áðrenn hendan Deadline-in gekk út, avgjørdi Gøtu Bygdarráð at Toll og Skatt skuldi fáa innivist í nýggja býráðshúsinum hjá samanløgdu Eystur Kommunu, sum skal vera í Gøtu.

Mikudagin 25. juli hevði norðlýsið eina samrøðu við bygdaráðsformannin í Gøtu:
Hans Mourits Foldbo, borgarstjóri í Gøtu Kommunu sigur við Norðlýsið at bygdarráði hevur avgjørt at byggja nýggju kommunuskrivstovuna hjá samanløgdu kommununi á planeraða økið inni í dalinum í Norðagøtu. 

– Nýggja kommunuskrivstovan hjá Eystur Kommunu verður bygd á planeraða økið inni í dalinum og í hesum sambandinum hava vit valt at byggja hana størri, soleiðis at bygningurin eisini kemur at húsa deildini hjá Toll- og Skatt. 

Borgarstjórin í Gøtu Kommunu sigur at parturin sum Eystur Kommuna fer at húsast í verður umleið 500 fermetrar meðan deildin hjá Toll- og Skatt verður 1000 fermetar.
– Umleið 12 til 15 starvsfólk verða á skrivstovuni hjá nýggju Eystur Kommunu, meðan roknast kann við omanfyri 40 starvsfólkum á deildini hjá Toll- og Skatt.

Kendur løgfrøðingur sigur at loysnin í gøtu líkist 80-unum.
Sama dag (mikudagin 25. juli) segði Jógvan Páll Lassen løgfrøðingur, soleiðis við Norðlýsið:
– Kommunur hava ikki loyvi til at reka vinnuligt virksemið, sigur Jógvan Páll Lassen, advokatur, sum ivast stórliga í um Gøtu Kommuna kann byggja ein bygning, sum fyrst og fremst verður brúktur til vinnuligt virksemið 

– Tað er nú einaferð soleiðis at Kommunur hava ikki loyvi at reka vinnuligt virksemið. 

– Tað at Gøtu Kommuna byggir nýggja skrivstovu er náttúrligt, men tá bygningurin fyri nógv tann stórsta partin verðu nýttur til vinnuligt endamál – útleiðing – er púra greitt at kommunan fer út um sínar heimildir. 

– Toll- og Skatt hevur sambært borgarstjóranum brúk fyri 1000 fermetrum – sum er tvífalt tað, sum Eystur Kommuna kemur at brúka. So kann ein spyra hvat tað næsta verður? 

– Skulu kommunur byggja virkisbygningar til eitt nú flakavirkir – sum vit sóu í 80-unum? 

– Tað at kommunan byggir ein bygning fyri landskassan – og landskassin leigar frá kommununi er ikki í lagið. 

– Tað er nevnuliga eingin munur á um útleiðarin er kommunalur ella privatur, tí útleiðing kemur undir vinnuligt virksemið.

Kommunala eftirlitið viðgerð ikki málið
Sambart stjóranum á kommunudeildini í Innlendismálaráðnum eru ætlanirnar hjá Gøtu Kommunu ikki til viðgerðar í landsstýrinum.

– Eg má siga sum er at eg dugi einki skeivt at síggja í at Eysturkommuna er somikið framsýggin at hon byggir ein rúmligan bygning til eisini at umfata framtíðarvirksemið. 

– At man so leigar tað sum er bygt ov nógv út til Toll og Skatt er rímuligt, og eg dugi ikki at síggja nakað skeivt í tí. 

– At ein kommuna sum t.d. byggir ein skúla – velur at byggja meira enn tørvur er á og so leigar tann partin út er jú ikki ólógligt. 

– Men eg má siga sum er at eg kenni ikki ítøkjuliga projektið hjá Gøtu Kommunu og vit hava ongar ætlanir um at kannað málið nærri.