Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kommunala grótbrotið møguleika at vinna og selja grót á Borðoyarvík

John William Joensen

Á býráðsfundinum hóskvøldið 21. februar 2013 fer Klaksvíkar Býráð at taka støðu til tilmæli um heimild til Grótbrotið at byrja gróttøku á Borðoyarvík, nú søla av ídnaðarøkjum í verandi grótbroti á Strond er byrjað.

Á býráðsfundinum hóskvøldið 21. februar 2013 fer Klaksvíkar Býráð at taka støðu til tilmæli um heimild til Grótbrotið at byrja gróttøku á Borðoyarvík, nú søla av ídnaðarøkjum í verandi grótbroti á Strond er byrjað.

Eitt av málunum á skránni fyri býráðsfundin hóskvøldið er støðutakan til at byrja flyting av Klaksvíkar Grótvirki frá verandi grótbroti á Strond og at byrja gróttøku við Borðoyarvík, har møguleikar samstundis eru fyri at skapa nýtt ídnaðarøki, so hvørt sum grót verður tikið og selt haðani.


Kunnu byrja í ár við Borðoyarvík

Á heimasíðuni skrivar kommunan í skránni fyri fundin, at økið hjá Grótbrotinum á Strond er útlagt til ídnaðarøki. Tvey ídnaðarøkir eru seld, og um søla av ídnaðarøkjum á Strond tekur dik á seg, er neyðugt at taka málið um endaliga flyting av grótbrotinum heim á Borðoyarvík upp.

Men í fyrstu atløgu er ætlanin bert at geva Grótbrotinum møguleika fyri gróttøku á Borðoyarvík. Grótbrotið metir, at teir innanfyri fyrsta kvartal í 2013 kunnu byrja at vinna og selja grót frá Borðoyarvík.

Tilmælið um at geva Grótbrotinum heimild at byrja gróttøku á Borðoyarvík, verður ikki mett at fáa fíggjarligar avleiðingar fyri kommununa, soleiðis sum ætlanin fyriliggur.

Tekniska Nevnd og Fíggjarnevndin hava tikið undir við tilmælinum, sum altso verður lagt fyri býráðið til støðutakan á býráðsfundinum hóskvøldið 21. februar 2013.