Í drúgvum skjalatilfarið sæst at Kommunan í fleiri førum, frá 2009 til 2013 hevði illgruna um at byggifejagið ”Norðhús” sum fyrr í ár fór á húsagang, uttan loyvi frá myndugleika tyrvaði byggitilfar og annað burturkast á Norðoyri.

Eitt dømi er eitt mál sum verður viðgjørt í kommununi tann 9. Apríl 2010.
Tá eru fólk frá kommununi á staðnum og staðfesta at:
….. í teimum hvítu posunum er aspest og glasull. Ein stór hola uml 8m x 3m var gravað møguliga at tyrva í….
…Fóru út aftur kl 14:45 og nú vúru posarnir fluttir og eitt langtboygt koparrør var komið at liggja í holinum….
… Kl:15:15 ringdi eg til Jógvan Júst hjá IRF og spurdi um Norðhús hevur biðið um bingju og teir hava biðið um last til mánadagin og skuldi hon setast við sparkivøllin….
Neyðarróp frá umsitingini
Tann 26. Apríl 2011 skrivar Umhvørvisleiðarin ein mail til borgarstjóran:
…. Hvat gera vit við Norðhús? Teir órudda allastaðni í Klaksvík og at tosað við teir er sum at sletta vatn á gás. Eg má hava hjálp frá tær……
Nógvu kærurnar og kanningar av ymiskum slag halda fram til í ár …. MEIRA Í BLAÐNUM FRÍGGLADAGIN.