Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kommunan játtað stuðul til Grunnin Spinnaríið

John William Joensen

Á býráðsfundinum 28. mai í vár samtykti Klaksvíkar Býráð at veita eina treytaða stuðulsjáttan til Grunnin Spinnaríið, sum sambært umsóknini vónar skjótt at hava alla fígging upp á pláss, so byrjast kann upp á projektering og útbjóðing av íløguni í sjálvan bygningin.

Á býráðsfundinum 28. mai í vár samtykti KlaksvíkarBýráð at veita eina treytaða stuðulsjáttan til Grunnin Spinnaríið, sum sambærtumsóknini vónar skjótt at hava alla fígging upp á pláss, so byrjast kann upp áprojektering og útbjóðing av íløguni  ísjálvan bygningin.

 

Á skránni til býráðsfundin 28. mai í ár stendur, atGrunnurin Spinnaríið í vár sendi kommununi umsókn um íløgustuðul til Spinnaríið.Tað framgongur ikki av málinum, hvussu nógvan pening søkt verður um.

Málið varð lagt fyri Mentanarnevndina 21.04.2015 og Fíggjarnevndina28.04.2015, áðrenn tað varð lagt fyri Klaksvíkar Býráð 28.05.2015.

Í frágreiðing frá býráðsumsitingini til málið verðursagt, at Grunnurin Spinnaríið hevur søkt kommununa um íløgustuðul eftir ávísumtíðarleisti. Í umsóknini stendur, at um kommunan veitir nevnda stuðul til grunnin,verður farið í holt við at projektera og bjóða út arbeiðið í 2015.

Mentanarnevndin samtykti at mæla til, at uppskot umætlanarskriv verður gjørt at senda grunninum fyri Spinnaríið, og Fíggjarnevndintók undir við Mentanarnevndini um eina treytaða tilsøgn um stuðul til Spinnaríið.

Á býráðsfundinum 28. mai samtykti býráðið einmælt tilmæliðfrá Fíggjarnevndini.

 

Gáva frá SMS

Tað var í 2009, at Niels Mortensen, stjóri í SMS, handaðiKlaksvíkar Kommunu Spinnaríið sum gávu at nýta til mentanarligt endamál, ogárið eftir samtykti býráðið at seta á stovn Sjálvsognarstovnin Spinnaríið, sumverður stjórnað av einarni trímannaðari nevnd.

Onkrar tillagingar vórðu síðani gjørdar í viðtøkunum fyriSpinnaríið, og á býráðsfundinum 27. september 2011 samtykti býráðið endaliguviðtøkurnar fyri stovnin, herundir samanseting av nevndini fyri SjálvognarstovninSpinnaríið, har Klaksvíkar Handverkarafelag velur ein lim, Ferðavinnan íNorðoyggjum velur ein lim, og Klaksvíkar Kommuna velur ein lim.

Haraftrat fingu báðir leigararnir í húsinum hvør sín lim í nevndina, galdandi í2 ár fram, tá ið nevndar­sessirnir fella burtur. Hesir báðir leigararnir eruBátasavnið Samognin og Knitting Faroes sp/f, sum arbeiðir við at endurskapa líví ullvirking.

Á býráðsfundinum 29. januar 2013 samtykti Klaksvíkar Býráð at velja EyðbjørnPoulsen sum býráðsins umboð í nevndini fyri Spinnaríið í 2013-2016.

Spennandi verður at síggja, hvussu leikur víðari fer íSpinnaríinum, sum er ein av søguligu bygninginum í Klaksvík.