Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kommunan óhepna hond í skattamálinum

John William Joensen

Tað er ikki nýtt, at Klaksvíkar Kommuna hevur kent seg fyri vanbýti í kommunuskattamálum

Tað er ikki nýtt, at Klaksvíkar Kommuna hevur kent seg fyri vanbýti í kommunuskattamálum, tá tað er veruleiki, at fólk, sum hava búð í Klaksvík, forvinnið sína løn her og brúkt fasilitetir hjá kommununi, samstundis hava staðið uppførd sum skattgjaldarar í øðrum kommunum í Norðoyggjum.

Men kommunan er farin út um mark, nú hon hevur sett hóttunarbrøv til borgarar í Klaksvík, har hótt hevur verið við peningaligari revsing um so var, at borgararnir ikki fluttu úr viðkomandi bygdakommunu.

Norðlýsið hevur kannað eitt sindur hvør mannagongdin eigur at vera, og úr umsitingini úr Havn fáa vit at vita, at mannagongdin er heilt burturvið. Kommunan hevur als ongan rætt til at hótta borgararnar eftir pengum og muninum ímillum tað tey hava goldið og tað tey áttu at havt goldið.

Sum vit skilja, so eigur Klaksvíkar Kommuna at venda sær til viðkomandi bygdakommunu og gera vart við viðurskiftini og um onki hendir her, er tað landsstýrismaðurin sum skal traðka til. Kommunan kann sjálvandi heita á borgaran og kunna hann, men at senda út hóttunarbrøv er heilt burturvið.

Annars var spurningurin um hesar skattgjaldarnar fyri í býráðnum fyri kortum, og tá kom fram, at ikki allir politikarar vóru so glaðir fyri at fara ov hart fram í hesum málinum orsakað av at nógvar av smáu kommununum í Norðoyggjum høvdu eitt sera lágt skattagrundarlag og tí, at talan ikki var um so ovurhonds nógvar persónar. Harafturat kemur, at fyri nógvar av skattgjaldarunum hevur tað ongan týdning hvar teir gjalda kommunuskatt, tí teir allíkavæl gjalda 50% í skatti.

Tað er óskiljandi at kommuna okkara kemur við slíkum óumhugsaðum hóttanum júst nú, tí tað fær valla annað enn skaða eitt nú borgarstjóran, nú tað stundar til kommunuval seinni í heyst.

Ikki minst man eitt slíkt bræv koma illa við, nú býráðspolitikarar av álvara eru farnir at tosa um kommunusamanlegging í Norðuroyggjum. Slíkt óumhugsni slættar ikki sjógvin fyri teimum ætlanunum.

Harleyfacadeacryl