Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kommunan veit einki um nýggju skipanina

John William Joensen

Borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn O. Jacobsen, er milt sagt misnøgdur við at Kommuna einki hevur fingið at vitað um nýggju vaktarskipaninna

– Stórur partur av ábyrgdini fyri kommunulæknavaktini liggur hjá kommununum og tí eri eg sera skuffaður av at vit als einki hava fingið at vita, nú ein heilt nýggj vaktarskipan verður sett í verk.

– Tá vit hoyrdu um at ætlanin var at broyta verandi skipan, kallaðu vit saman til ein fund millum kommunurnar og læknarnar í økinum. Á tí fundinum gjørdu vit greitt at vit meintu at Klaksvíkar Sjúkrahús átti at hava ein sentralan leiklut her í økinum, men síðan hava vit einki hoyrt.
– Eg bleiv uppringdur av Klaksvíkar Sjúkrahúsið fyri nøkrum døgum síðan har teir spurgdu um vit høvdu fingið nakað at vita um nýggju læknavaktina, sum skuldi byrja mánadagin, men eg stó púra spyrjandi tí vit høvdu ikki hoyrt orð grett.
– Sum eg skilti so vistu teir heldur einki á Klaksvíkar Sjúkrahúsið og eg má siga at hetta er undir alt lágmark.
– Nú er avgerðin tikin og byrjað verður mánadagin hóast eingin veit nakað – um hvat og hvussu..

Eitt stórt afturstig fyri norðoyggjar
– Vit hava altíð havt læknavakt í norðoyggjum, men nýggja skipanin sum nú fer at virka er sera órógvandi fyri borgararnar í Norðoyggjum.
– Hon er eitt stórt afturstig – og alt er sentralisera á landssjúkrahúsinum.
– Vit hava sum sagt slett ikki verið við í viðgerini og tað undrar meg tá kommunan annars er ein stórur ábyrgdari á økinum. 
– Tað er eisini undir alt lágmark at einki hevur verið kunnað um hvønn borgarin skal venda sær til eftir at kommunulæknarnir fara heim mánadagin kl. 16.