Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kommunstjórar hægri løn enn borgarstjórar

John William Joensen

Ingebjørg Berg tjenar góðar 54.000 kr. meira enn Heðin Mortensen og Tummas Jacobsen tjenar omanfyri 100.000 kr. meira enn Jógvan Skorheim um árið. Borgarstjórin átti sjálvandi at fingið meira løn enn kommunustjórin sigur Heðin Mortensen

Ingebjørg Berg tjenar góðar 54.000 kr. meira enn Heðin Mortensen og Tummas Jacobsen tjenar omanfyri 100.000 kr. meira enn Jógvan Skorheim um árið. Borgarstjórin átti sjálvandi at fingið meira løn enn kommunustjórin sigur Heðin Mortensen

Starvið sum kommunustjóri í Klaksvík er lønt í 38. Lønarflokki hjá Tænastumannafelag Landsins, tó uttan at verða eitt tænastumannastarv. Lønin er í løtuni kr. 49.191,18 kr. um mánaðan. Starvssetanin sum kommunustjóri í Klaksvík er sum tað einasta í landinum tíðaravmarkað í fimm ár, og fyri hetta verður latið eitt ikki eftirlønargevandi ískoyti á 10% av lønini svarandi til 4.919,12 kr. um mánaðan. Íroknað ískoyti sum Kommunustjórin fær fyri at verða áramálsettur í fimm ár tjenar nýggi kommunustjórin kr. 649.323,60.

Av tí at tað búgva færri enn 5.000 borgarar í Klaksvíkar Kommu er borgarstjórin í 37. lønarflokki og tjenar kr. 45.219 um mánaðin ella kr. 542.628,- um árið. Sostatt tjenar Kommunustjórin í Klaksvík omanfyri eitthundratúsund krónur meira um árið enn borgarstjórin.

Borgarstjórar og Kommunustjórar

Sambært kommunulógini er borgarstjórastarvið í kommunum sum eru omanfyri 10.000 borgarar lønt sambært 39. Lønarflokki hjá tænastumonnum landsins.

Heðin tjenar sostatt kr. 52.660,64 um mánaðin sum er júst sami lønarflokkur sum Kommunustjórin í Tórshavnar Kommunu er í. Men kommunustjórin í Tórshavnar Kommunu fær eina viðbót kr. 4.559,- um mánaðan.

Ingibjørg Berg, kommunustjórin í Tórhavnar Kommunu tjenar kr. 686.628,- um árið.

Tummas Jacobsen, kommunustjóri í Klaksvíkar Kommunu tjenar kr. 649.323,60 um árið.

Heðin Mortensen borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu tjenar kr. 631.920,- um árið.

Jógvan Skorheim borgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu tjenar kr. 542.628,- um árið.

Skeivt býti

Formaðurin í Kommunusamskipan, Heðin Mortensen, heldur at hetta bíti er skeivt.

– Eingin í umsitingini átti at fingið meira løn enn borgarstjórin, tí hann hevur evstu ábyrgd. Tænastumenn tjena meira enn politikarar tað er tað sama galdandi í landsstýrinum. Eg haldið hetta er skeivt, men um borgarstjórin skuldi fingið meira í løn dugi eg ikki at meta um.

Heðin Mortensen ætlar ikki at taka stig til at broyta lønarviðurskiftini hjá borgarstjórum.