Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kommunu- og borgarstjóri við fleiri størvum og lønum

John William Joensen

Leiðarar eiga at ganga undan og tí er tað neyvan nakar leiðari, sum verður tikin fyri fult, um viðkomandi setur krøv til starvsfólk, um at verða nærverandi og røkja sínar skyldur, samstundis sum viðkomandi sjálvur er fráverandi og røkir onnur áhugamál.

Leiðarar eiga  at ganga undan og tí er tað neyvan nakar leiðari, sum verður tikin fyri fult, um viðkomandi setur krøv til starvsfólk, um at verða nærverandi og røkja sínar skyldur, samstundis sum viðkomandi sjálvur er fráverandi og røkir onnur áhugamál.

Tað eru summir stjórar sum biðja starvsfólk arbeiða yvir,men sjálvir ongantíð eru til arbeiðis eftir kl. 17 og møta kl. 9.

Tað er tyngjandi fyri moralin á einum arbeiðsplássi, umleiðslan vil hava starvsfólk at gera tað, sum stjórin sigur, men samstundis sjálvikki megnar at gera tað ið prædika verður.

Sum leiðari er tað tú, sum hevur ábyrgd og starvsfólk væntaat verða leidd og fáa insperatión frá tær. Tað sum leiðslan fremur í verkihevur ómetaligan týdning fyri eitt hvørt arbeiðspláss. 

Tað er tí ikki løgið at fólk seta spurnartekin við hvussubaði borgarstjóri og kommunustjórin í Klaksvík kunnu hava annað týðandi starvsamstundis, sum teir stjórna næststørstu kommununi í landinum.

At vanligi skattgjaldarin eisini setur spurnartekin við hvíhann skal rinda fýra almennar lønir til tveir almennar leiðarar (ellaeinastaðni millum 150.000 og 190.000 kr. um mánaðin til tveir persónar íalmennari umsiting) er heldur ikki løgið.

At hetta ikki er eindømi í almennari umsiting ger hetta ikkirættari av teirri orsøk. Tað er ilt at fáa eygað á hví nakar persónur skalverða so týdningarmikil at neyðugt er hjá tí almenna at hava viðkomandi í fleiristørvum við fleiri lønum samstundis.

Tó skulu vit leggja afturat, at so leingi sum løgtingið loyvir borgarstjórum at sita í løgtinginum, er neyðugt at borgarstjórin í Klaksvík eisini er hjá staddur, tá avgerðir verða tiknar, sum hava stóra ávirkan á samfelag okkara. Javnaðarflokkurin gjørdi borgarstjóran í Havn til sterkastu politisku megina í landinum, og tí var tað skeivt av undanfarna býráð at nokta Jógvan Skorheim at umboða okkara økið í løgtinginum.

At borgarstjórar í øllum landinum framvegis eru so altráðir eftir at sita í løgtinginum, er bert enn eitt tekin um at eksperimenti við Føroyum sum einum valdømi, er fullkomiliga miseydnað.