Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kommunufelagið søkir løgfrøðing

LÝSING

Kommunufelagið søkir eftir løgfrøðingi til setan 1. september 2015.

Sum løgfrøðingur í Kommunufelagnum verða uppgávur tínar, at ráðgeva limakommununum í løgfrøðiligum spurningum og annars at virka sum løgfrøðiligur ráðgevi innanhýsis í mun til fyrisitingina í Kommunufelagnum.

Umframt hetta skal tú kunna standa fyri skeiðsvirksemi av ymiskum slag.

Talan er um eitt spennandi starv í einum politiskum umhvørvi og skalt tú verða før/ur at arbeiða undir einum ávísum trýsti.


Førleikar

Tú hevur løgfrøðiligt embætisprógv, so sum Cand Jur. ella líknandi.

Starvsroyndir frá miðfyrisiting, úr kommunala geiranum ella aðrar líknandi starvsroyndir eru ein fyrimunur.

Tú skalt duga væl at orða teg á føroyskum, bæði í skrift og í talu, og er tað ein fyrimunur, um tú hevur politiskt tev og áhuga fyri kommunalum viðurskiftum sum heild.


Lønar- og setanartreytir

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og løgfrøðingafelagið. Setanin fevnir um Kommunufelagið og deildirnar í felagnum.

Umsókn við avriti av prógvum o.ø. skal sendast til:

Kommunufelagið
RC Effersøesgøta 30
FO-100 Tórshavn


Umsóknarfreist

Umsóknin skal saman við prógvum og CV vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 7. august 2015, kl. 12.00.

Nærri fast at vita um starvið við at venda sær Eyðun Christiansen, stjóra í Kommunufelagnum á tel. 282480 ella umvegis teldupost eydunc@kf.fo

Starvsprofil og upplýsingar um Kommunufelagið finnur tú á heimasíðuni hjá Kommunufelagnum www.kf.fo