Skal ein gráta ella grína? Fyrr høvdu vit ferðaætlan – nú hava vit Lækna-ætlan? -Næstu tríggjar mánaðarnar fara átta ymiskir vikarar at røkja kommunulæknastørvini í Norðoyggum uppá skift.
Norðoyingar kunnu ikki longur gerast sjúkir aftaná kl. 16 – tí tá svarar læknavaktin – sum situr í Havn – og skal lækni hyggja inn í oyru og háls – so má koyrast allan vegin til Havnar.
Vaktarskipanin, sum Hans Pauli Strøm uppfann, skuldi avlasta kommunulæknarnar í Klaksvík – og harvið gerða tað arbeiðsligari – og lættari at fáa fatur á Kommunulækna.
Men hetta hevur í øllum førum ikki eydnast – tí læknarnir skifta oftari enn nakrantíð – og skal ein vera heppin at hitta sama Kommunulækna – sum seinast ein hevði brúk fyri hjálp.
Átta kommunulæknar í tríggjar mánaðar
Áðrenn vit fingu Norðoyatunnilin var umráðandi at kenna ferðaætlanina hjá Dúgvuni – men nú er ein nýggj ferðaætlan í Norðoyggjum og hon er at finna á heimasíðuni hjá Klaksvíkar Kommunu (www.klaksvik.fo).
Tað er Lækna-Ætlanin hjá Klaksvíkar Kommunu og hon er áhugaverdur lesnaður.
Eftir nøvnunum at døma fáa vit finskan – svenskan – norskan – danskan og føroyskan kommunulækna uppá skift næstu tríggjar mánaðarnar.
Lækna-Ætlanin fyri Heilsumiðstøðina í Klaksvík
Læknaviðtalan nr. 1
Tlf. 45 64 00 – (svarar bara til kl. 16 – umstillar síðani til ein tilvildarligan lækna í Havn)
2. juni – 30. juni Magda Lambaa Altinok
7. juli – 26. juli Henrik Steen Nielsen
4. august – 24. august Staffan Bergman
Læknaviðtalan nr. 2
Tlf. 45 54 51 (svarar bara til kl. 16 – umstillar síðani til ein tilvildarligan lækna í Havn)
Magnus Magnussen
14. juli – 2. august S.J.Lennart Nässeberger
4. august – 30. august Mogens Bøjstrup Nielsen
Læknaviðtalan nr. 3
Tlf. 45 50 45 (svarar bara til kl. 16 – umstillar síðani til ein tilvildarligan lækna í Havn)
22. mai – 7. juni Hanus á Lógv
26. juni – 31. august Hanus á Lógv
1. sept. – 20. september Trond Holager
Landskassin rindar
Vikarar, sum koma og fara, verða 100% løntir av landskassanum – so bílig er hendan avloysara/stafett-skipanini neyvan.
Nær Lækna-Ætlanin fyri oktober, november og desember kemur út – hevur neyðardýrið, sum stríðist við at finna avloysarar, ikki sagt nakað um enn??
John William Joensen.
PS: Vónandi fáa vit ikki indianarin aftur – tá stóð ikki væl til!




