Støðan hjá kommunulæknunum í Klaksvík hevur verið út av lagi vánalig tey seinastu mongu árini.
Tað eru nú nógv ár síðani at Steingrímur Weihe, sum stóran part av lívi sínum var kommunulækni í Klaksvík gjørdi vart við sera vánaligu umstøðurnar sum kommunulæknarnir høvdu at arbeiða undir.
Síðani tá, hava bæði Jaspur Petersen og Magnus Magnussen støðugt gjørt vart við støðuna, sum einans sýnist at versna.
Fyri nøkrum fáum árum síðani gjørdi Jaspur Petersen, kommunulækni bart og hótti heilt einfalt við at siga upp, um so var at umstøðurnar hjá honum í læknaviðtaluni ikki gjørdust betur.
Tá bleiv "moderniserað" í læknahølunum í gamla Sjóvinnubankanum, men síðani tá eru tað óivað onnur viðurskifti ið hava fingið kommunulæknan at takka fyri seg.
Hóast fýra kommunulæknastørv eru normeraði til Norðuroyggjar, so hevur støðan verið at kalla katastrofal síðani Steingrímur Weihe fór, tí meginpartin av tíðini hava vit bert havt tveir kommunulæknar hóast ymiskir vikarar av og á hava virka í hansara praksis.
Hetta hevur havt við sær, at meginpartin av tíðini hava vit bert havt tveir virkandi kommunulæknar, sum skulu røkja tørvin 24 tímar um samdøgrið 7 dagar um vikuna.
Hetta er ein ótolandi støða, sum kommunan eigur at taka í stórsta álvara.
Tað er at vóna, at heilsumiðstøðin fer at loysa nakað upp fyri hesum, men hinvegin má sigast, at tað boðar ikki frá góðum, tá Jaspur Petersen sigur upp júst nú, tá heilsumiðstøðin stendur í gerð.




