Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kommunulæknaskipanin avlagað- til frama fyri læknarnar og miðøki

John William Joensen

Gullhondin – sum Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, rættið formanninum í Kommunulæknafelagnum fyri góðum mánaða síðan – kostar føroyska samfelagnum hundratals milliónir tilsamans.

Formaðurin í Kommunulæknafelagnum, Jaspur Petersen, hevur í bløðunum eina svargrein til tá eg og sonurin eina sunnunátt vóru víst av Klaksvíkar Sjúkrahúsi til Kommunulæknavaktina í Havn.

Eg ætlið mær ikki at svara fyrrverandi kommunulæknanum í Klaksvík, tí sum eg lesið greinina hjá honum eru klaksvíkingar eitt traditónsbundið fólkaslag, sum ikki dugur at undirornað seg tær skipanir – sum nú einaferð eru galdandi í dag!

Tað sum norðoyingar upplivað tá teir hava tørv á læknahjálp eftir kl. 16 yrkadagar er ikki nakað sum upptekur formannin í Kommunulæknafelagnum og tað skínur ígjøgnum greinina at formaðurin er væl nøgdur við skipanina – men heldur tó at brúkarin hevur tørv á meira kunning – so norðoyingar betur skilja hvussu ein skal bera seg at – og ikki órógva Klaksvíkar Sjúkrahús – men í staðin koyra til Havnar – framvið tveimum sovandi kommunulæknum – sum fáa almennar krónur (160 kr. um tíman) fyri at sova við vaktelefonini á náttborðinum.

Eg staðfesti við áhugað nøgdsemi hjá kommunlæknaformanninum og tá eg fór at kannað hvussu skipanin í veruleikanum hongur saman – má eg siga at ikki er løgið at formaðurin í Kommunulæknafelagnum er væl nøgdur.

Kommunulæknar virka undir trimum almennum stovnum.
Tað eru 32 nomeneraðir kommulæknastørv í Føroyum. 21 Kommulæknar eru í føstum størvum av hesum starvast tríggir hálva tíð (løgtingslimirnir: Jenis av Rana, Andreas Petersen og Marius Dam).

Sostatt eru 18 kommulæknar sum starvast fulla tíð. Kommunulæknafelagið hevur sáttmálar við Almanna- og Heilsumálaráðnum og Føroya Sjúkrakassa umframt at Kommunurnar eisini gjalda til hølir, útgerð o.a.

Sjúkrakassin

Sambart Meginfelagnum hjá føroysku sjúkrakassunum gjalda sjúkrakassarnir 34 milliónir kr. um árið til kommunulæknarnar.

Leikluturin hjá sjúkrakassum er at gjalda tær rokningar, sum kommulæknarnir send hvørjaferð fólk eru til viðtalu ella eru noydd at senda boð eftir lækna.

Hesar 34 milliónirnar eru pengar sum kommunulæknarnir fáa sum gjøld fyri tær tænastur ið teir veita sjúklingunum.

Umframt hesar tænastur fáa kommunulæknarnir 34 krónur um kvartalið fyri hvønn sjúkling, sum er tilmeldaður hjá læknanum.

Sambart roknskapartølum fyri 2007 fáa kommunulæknarnir í miðal eitt gjald áleið 1,5 millión krónur um árið fyri tær tænastur, sum teir veita sjúklingunum.

Men sera ymiskt er hvussu nógv einstaku kommunlæknarnir fáa frá sjúkrakassanum.

Tey strøv, sum eru mannaði við skiftandi læknum, hava mundandi færri sjúklingar enn teir kommunulæknar, sum hava verið í starvi í fleiri ár.

Sambart tølum frá sjúkrakassanum fáa populerastu kommunulæknarnir umleið tríggjar ferðir so nógv frá sjúkrakassanum – sum teir ið fáa minsta útgjaldið.

Tað vil við øðrum orðum siga at teir kommulæknar, sum hava mest at gerða fáa umleið tvær milliónir krónur frá sjúkrakassunum um árið.

Hesar tvær milliónirnar frá sjúkrakassanum eru eitt slag av ómaksgjaldi til læknan – ikki løn – og burtur av hesum talinum skal læknin rinda løn til skrivaran.

Umframt hendan peningin – rinda sjúkrakassarnir eisini fyri heilivág, tablettir og annað, sum eru í sokallaðu "medesinkistuni" hjá Kommunulæknunum.

Læknavaktin:
Nevnast kann at Kommunulæknanir verða eisini løntir fyri at verða til at taka hjá nógv umtalaðu Læknavaktini 1870.
Í læknavaktarskipanini sum tekur yvir kl. 16 yrkadagar -er ein kommunulækni á vakt á Landssjúkrahúsinum og tveir kommunulæknar á bakvakt úti um landið.

Fyri at hava eina vaktelefon uppi á sær eftir kl. 16 yrkadagar og í vikuskiftinum – fáa kommunulæknarnir 125 krónur um tíma frá kl. 16 til kl. 24 – líkamikið um teir sova ella ikki.

Eftir miðnátt (frá kl. 24 til kl. 08) fer tímalønin upp á 160 kr um tíman. Um so er at neyðugt er hjá bakvaktini at fara til sjúkling – fær viðkomandi lækni eisini tey sáttmálagjøld sum eru í sátmálanum við sjúkrakassarnar. Gjøldini eru sera ymisk, alt eftir um tú hevur bruna – ilt í rygginum – skalt seymast – hava sproytu – ella bara kannast.

Sambart tølum hjá sjúkrakassunum fyri 2007 kostaði tímalønin til læknavaktina 3,6 milliónir krónur.

Samlaða útgjaldið úr sjúkrakassunum í 2007 til Kommunulæknaskipaninan var 34 milliónir krónur.

Av hesum gjaldinum eru kommulæknarnir frítiknir frá at gjalda MVG.

Almanna- og Heilsumálaráði

Umframt gjald fyri tænastur sambart omanfyrinevnd sáttmála við føroysku sjúkrakassarnar eru kommunulæknarnir í føstum starvi hjá Almanna- og Heilsumálaráðnum.

Tann 23/10-2008 undirskrivaði Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður og Jaspur Petersen, formaður í Kommunulæknafelagnum, undir nýggjan sáttmála.

Sátmálin við Almanna- og Heilsumálaráðið umfatar beinleiðis løn til læknarnar umframt gjøld til pensjónir, skeiðvirksemið o.a.

Nøkur brot úr sáttmálanum við Almanna- og Heilsumálaráðið

Setan og uppsøgn: Kommunulækni kann siga seg úr starvi við trimum mánaðar freist. Landsstýrismaðurin kann ikki siga kommunulækna úr starvi uttan haldgóðar grundgevingar og sambart teimum tíðarfreistum, sum eru ásettar í lóg um starvsmenn. M.a. skal kommunulæknafelagið ummæla eina møguliga uppsøgn.

Gjøld til Kommunulæknar: Landskassin rindar eina grundupphædd til hvønn kommunulækna. Grundupphæddin er sambart nýggja sáttmálanum 16.364,71 kr. um mánaðin og harumframt kemur grundupphæddin at hækka 3% um árið hvønn 1. oktober.
Afturat hesum rindar Almanna- og Heilsumálaráðið 20.000 kr. um mánaðan til avloysarar.

Eftirløn: Frá 1. oktober 2009 hækkar eftirlønin úr 5% uppí 8% og frá 1. oktober 2010 hækkar eftirlønin úr 8% upp í 10%.

Seniorskipan: Eitt bonusgjald verður goldið til kommunulæknar í føstum starvið, sum fara úr starvið við 67 ára aldur ella fyltum 70 ára aldri. Bonusgjaldið er 1/2 ára grundgjald (kr. 98.188,26). Bonusgjaldið við fyltum 70 ára aldri er kr. 196.376,52.

Eftirútbúgvin/farloyvi: Heilumálaráði rindar skeiðsgjald, ferðaútreiðslur og vistaruppihald hjá kommunulæknum í samband við skeiðvirksemi ( tó ímestalagið 15.000 krónur um árið).
Kommunulækni sum hevur verið meira enn fimm ár í sama starvi hevur rætt til tríggjar mánaðar farloyvi uttan at missa grundupphæddina (kr. 16.364,71 um mánaðan)

Góð løn
Sambært almennum tølum frá føroysku sjúkrakassunum og Almanna- og Heilsumálaráðnum eru kommunulæknar sum hava eina ársinntøku uppá góðar 2,2 mill. krónur harav góðar 200.000 kr eru at roknað, sum beinleiðis A-intøka.

Restin er B-inntøka og ymiskt er hvussu nógar frádráttir ymisku kommulæknarnir hava.

Aðrar útreiðslur
Útreiðslur, sum Kommunulæknar hava av hølum, vasking, úgerð, innbúgv o.l. verður goldið av almennu kommunukassunum. Er talan um avloyarar so skal kommuna eisini gjalda og enntá útvega viðkomandi avloysara bústað.

Kommunulæknaskipanin skal nútímansgerast
Dagin eftir at Hans Pauli Strøm, vegna Føroya Landsstýri, hevði undirskrivað sáttmála um lønarviðurskiftini hjá Kommunulæknunum í Føroyum – vóru teir baðir Hans Pauli og formaðurin í Kommulæknafelagnum, Jaspur Petersen, aftur við samráðingarborði og hesuferð var sáttmáli skrivaður um at nýtímansgerða kommunulæknaskipanina.

Sambart tíðindaskrivi frá teimum báðum var semja um, at galdandi skipan stendur á einum vegamóti og vandi er fyri, at hon kann fara fyri bakka, um ikki munagóð tiltøk verða sett í verk.

Tí hevur landsstýrismaðurin í heilsumálum sett ein verkætlanarbólk at gera uppskot til nýggja kommunulæknaskipan.

Tað eru landsstýrismaðurin í heilsumálum og Kommunulæknafelagið í felag, sum hava tikið stig til at nútímansgerða kommunulæknaskipanina, so hon kann lofta teimum avbjóðingum, sum skipanin stendur yvirfyri í dag.

Endamálið er at gera eina nýggja kommunulæknaskipan, sum er smidlig, samtíðarhóskandi og støðugt kann laga seg til tørvin á heilsuveitingum og avbjóðingum á økinum sum heild, stendur at lesa í skrivinum.

Teir báðir ásanna at skipani er ikki nøktandi og harmast um trotið á Kommunulæknum og eisini harmast um smærri og størri vansar í skipanini sum merkja, at borgarin ikki altíð far nøktandi tænastu.

Verkætlanarbólkur við umboðum frá Heilsumálaráðnum og Kommunulæknafelagnum er settur at gera eitt uppskot til nýggja kommunulæknaskipan.

Í bólkinum sita tvey umboð fyri Kommunlæknarnar og tvey ambætisfólk í Heilsumálaráðnum. Harafturat er ein annarbólkur settur við somuleiðis tveimum kommunulæknum og tveimum embætisfólkum úr Heilsumálaráðnum.

Neyvan er vantandi at bólkarnir fara at mæla til at kanna hvussu lønarviðurskiftini eru hjá Kommunulæknunum og um skipanin er nøktandi fyri brúkaran – samsvarandi teimum pengum sum brúkarin sprænir inn í skipanina.

Eisini má verða so sum so hvussu hesir "hugnaligu" bólkar av samsintum fara at viðgerða keðiligar spurningar um teir tvøru – traditiónsbundnu klaksvíkingarnar – sum ikki duga at síggja tað skilagóða í at leita sær til høvuðsstaðin, tá teir eru so óhepnir at gerast sjúkir uttanfyri vanliga arbeiðstíð – hjá teimum "stressaðu" kommunulæknunum.

Tað má to sigast at verða løgið at politiska valdið – sum er valt av Føroya fólki – ið sum sagt skal brúka skipanina – als ikki er við í viðgerðini nú kommunulæknaskipanin skal nýtímangerast?

John William Joensen,
Klaksvík tann 27. november 2008.