Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kommunulæknavaktin

(Hannefía Joensen)

Ein tíð er liðin síðani kommunulæknavaktin fór undir 1870. Úrslitið er ótyggleiki, verri tænasta og vandafullir fluttningar.

Seinastu 10 – 15 árini er kommunulæknatænastan í Føroyum so líðandi viknað soleiðis, at hon nú ikki longur nøktar borgarins tørv. Sera illa stendur til í útjaðaranum.

Málið hevur verið reist á tingi, eisini av samgongulimum, uttan at hond er rætt frá síðu. Borgarnir runt um í landinum eru nú væl veri fyri enn i okkara grannalondum tá tað snýr seg um kommunulæknatænastu.

Í Klaksvík er nú bert ein fastur kommunulækni eftir og restin verður so rikið av avloysarum. Tænastan til borgarin í Norðuroyggjum og eystara parti av Eysturoy er so líðandi versnað. Seinastu árini hevur verið út av lagi og sjúklingar hava stórt sæð ikki havt møguleika fyri føstum kommunulækna longur.

Sum seinasti naglin í kistuni varð síðani avgjørt, at taka kommunulækna vaktina í Norðuroyggjum burtur. Hetta varð gjørt fullkomiliga uttan um Klaksvíkar Sjúkrahús, sum nú verður yvirrent við sjúklingum bæði dag og nátt uttan, at fáa nøktandi játtan at taka sær av hesum.

Úrslitið er, at Klaksvíkar Sjúkrahús noyðist at vísa kommunulækna sjúklingar, sum uttan trupulleika kundið verið viðgjørdir har, til havnar. Harafturat ferðast hópin av sjúklingum, sum saktans kundu verið væl og viðriliga viðgjørdir á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, fram við sjúkrahúsinum og víðari til havnar. Hetta til vanda bæðu fyri koyrandi, sjúklingar og onnur ferðandi.

1870 biður nú sjúklingar koma til havnar at pissa í fløsku á nattartíð. Sjúklingar verða bidnir um, at koyra við febur til Landssjúkrahúsið um kvøldarnar og seta bæði seg sjálvi og onnur í vanda. Álvarsliga sjúk liggja á baksetrinum meðan ræslusligin avvarandi koyra til havnar o.s.fr.

Klaksvíkar Sjúkrahús hevur nú verið í samráðingum við Almanna- og Heilsumála ráðið um hetta, men onki er hent. Allir flokkar siga seg vilja gerða nakað við tað, men onki er hent.

Tað einasta rætta er at flyta læknavaktina fyri Norðoyggjar norður aftur við brestin. Síðani kann finnast útav hvussu viðurskiftini skulu greiðast framyvir. Verður læknavaktin ikki flutt nú verður hon aldri flutt! Tað er jú ongin trupulleiki at flyta, tí tað er long siðvenja við læknavakt í Klaksvík.

Ein atkvøða til mín er at styrkja stríði fyri vælferð, eisini fyri útjaðaran. Set X við lista E

Vinarliga
Jákup Petersen


www.jakupp.fo

www.tjodveldi.fo

alevni hjá Tjóðveldinum til løgtingsvalið