Í samband við samráðingarnar um yvirtøku av eldraeldraøkinum hava kommunurnar umrøtt spurningin um endurgjald frá landskassanum fyri tær skattaavtalur sum landsmyndugleikarnir hava gjørt við onnur lond. Sum skilst hava kommunurnar kravt 100 mió. kr, men sambært nýggjastu tølunum siga metingar at millumlandaskattaskipanirnar kostað kommununum 170 mió. kr. krónur í mistari skattainntøku.
Í samband við samráðingarnar um yvirtøku av eldraeldraøkinum hava kommunurnar umrøtt spurningin um endurgjald frá landskassanum fyri tær skattaavtalur sum landsmyndugleikarnir hava gjørt við onnur lond. Sum skilst hava kommunurnar kravt 100 mió. kr, men sambært nýggjastu tølunum siga metingar at millumlandaskattaskipanirnar kostað kommununum 170 mió. kr. krónur í mistari skattainntøku.
TAKS hevur í hesum sambandi gjørt eitt yvirlit bygt á tøl frá 2011 sum vísir samlaðu skattaskylduga inntøkurnar sum liggja í ymisku frádráttar skipanunum.
Í rundum tølum verður mett at føroyingar sum starvaðust uttanlanda í 2012 vunnu tilsamans 970 mió. kr. Av hesum áttu kommunurnar at fingið umleið 170 mió. kr. sum svarar til 1/8 av samlaðu skattainntøkuni hjá kommununum sum í 2012 var 1,4 mia. kr. MEN sum støðan er í løtuni fáa kommunurnar ikki eina krónu.
Sum skilst er landsstýrið jaligt yvir fyri kravinum frá kommunum, men trupulleikin er hvar landið skal finna peningin. Landsstýrismaðurin hevur sagt alment at hann fer at taka málið upp við sínar norðurlendsku starvsfelagar, men ein stórur trupulleiki er at í Danmark og Norra er hetta so lítil partur av búskapinum at málið hevur lítlan og ongan politiskan áhugað.
Í 2011 var mett at umleið 1500 føroyingar arbeiddu í útlandinum, men hetta talið veksur sera skjótt.
Flestu av teimum sum arbeiða í útlandinum og búgva í Føroyum rinda skatt, men trupuleikin er at skattakrónurnar fella ikki til føroyskar myndugleikar.
Man er tó samdur um at tað er ikki rætt at dupultskatta persónar og hóast landið viðurkennir sína ábyrgd av gjørdum millumlanda skattaavtalum, so er tó trupult at fáa eygað á hvar landið skal finna tær 170 mió. sum kommunurnar sambært omanfyrinevndu tølum missa í inntøkum.
Kommunurnar missa nógv
Siga vit at mistu skattakrónurnar eru eins fordeildar yvir alt landið so átti Klaksvíkar Kommuna at fingið næstan 20 mió. kr. meira í skattainntøkum um allir borgarar í kommununi rindaðu 21% av inntøkuni í kommunuskatti. Siga vit at Tórshavnar Kommuna hevði 550 mió. kr. í skattainntøkum so átti Tórshavnar Kommuna at fingið heilar 68 mió. kr. meira í kommunukassan um ongar millumlanda skatta avtalur vóru.
Útlitini til at eitt nú norska stjórnin fer at ganga við til at føroyingar, sum arbeiða undir norskum skipanum, í framtíðini skulu rinda skatt í Føroyum er sera lítil. Norra er eitt land við sera nógvari útlendskari arbeiðsmegi og norski staturin fær skatta inntøkurnar hóast ein stórur partur ikki býr í Norra.




