Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kommunusamanlegging – hvat siga suðringar?

Oliver Joensen

Kanningin hjá Granskingardeplinum fyri økismenning gevur eina ábending um at politikararnir í Suðuroy hugsa ov konservativt. Fólkið vil, men politikararnir ikki.

Frá Granskingardeplinum fyri Økismenning hava vit fingið soljóðandi tíðindaskriv:

Kommunusamanlegging – hvat siga suðringar?
Granskingardepilin fyri Økismenning gevur út arbeiðisrit 7/2004 Kommunusamanlegging – hvat siga suðringar?
Sum samfelagsfrøðingarnir Dennis Holm og Bjarni Mortensen hava skrivað. Arbeiðsritið er í pdf-formati á heimasíðuni hjá Granskingardeplinum www.region.fo undir Útgávur og Arbeiðsrit.

Um Arbeiðsritið
Spurningurin um kommunusamanlegging hevur staðið ovarlaga á breddanum í kjaktinum um føroysku kommunu viðurskifti seinastu árini. Nógvar kommunur hava longu gjørt av at leggja saman, og fleiri eru farnar undir samráðingar um kommunusamanlegging.
Í Suðuroynni hevur eisini verið kjak um kommunusamanlegging, og hóast ein meiriluti av suðringum ynskja broytingar hvat viðvíkur kommunalu skipanini í oynni, so er tað ikki líkt til at nakað fer at henda hesum viðvíkjandi innanfyri tey fyrst komandi árini. Hóast hetta so vísir kanningin, sum verður viðgjørd í hesum arbeiðisritinum, at fólkið í suðuroynni vilja at broytingar skulu henda.

Harleyfacadeacryl