Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kommunuskrivari gevst eftir 33 árum í starvi

Helgi Abrahamsen

Eysturkommuna skrivar á heimasíðu síni, at kommunuskrivarin seinastu 33 árini, Måns Persson, hevur havt sín seinasta starvsdag hjá kommununi.

Eysturkommuna skrivar á heimasíðu síni, at kommunuskrivarin seinastu 33 árini, Måns Persson, hevur havt sín seinasta starvsdag hjá kommununi, og í tí sambandi varð skipað fyri samkomu á Bátastavninum í Leirvík.

Á samkomuni helt Jóhan Christiansen, borgarstjóri, takkarrøðu og handaði ein málning. Harumframt hildu Sørin Djurhuus, brunaumsjónarmaður, og Andreas Andreasen, tekniskur leiðari, eisini røðu.

Måns Persson bleiv settur sum kommunuskrivari i í Gøtu kommunu tann 1. Juli 1983, og kom yvir í samanløgdu Eysturkommunu í 2009.

Harleyfacadeacryl