Tveir klaksvíkingar vóru millum teir, sum týskvøldið komu uppá Trøllkonufingur
Teir byrjaðu at klintra 3 mánanáttina. Talan er um teir fýra Pætur Jørðdal Niclasen, Jóhannus Hansen, John Petersen og Bergur Mikladal.
Tað gekk væl allan vegin, men túrurin var drúgvur, tí m.a. nógv útgerð skuldi við, meðan teir klintraðu. Týskvøldið kl. 18.00 ella har áleið vóru allir komnir uppá toppin. Ferðin oman aftur var nógv skjótari.
JN.fo tók myndir, ið kunnu síggjast HER




