Í kvøld, 31. januar, kl. 19.30, verður koncert í Christianskirkjuni við “Trondheim Symfonietta”, stjórnað av Halldis Rønning – heitið á koncertini er “Between the air” – .
Á skránni verður klassiskur tónleikur úr Íslandi, Føroyum, U.S.A og Noreg.
Verkini, ið Trondheim Symfonietta fara at framføra, eru hesi:
Lasse Thoresen – AbUno (1992) – Norskur
Sunleif Rasmussen – Partita (2008) – Føroyskur
Hilmar þhórðarson – Kuuki no Sukima (2017) – Íslendskur
F. Rzewski – Main Drag (1999) – úr U.S.A
Aftaná koncertina er ein kaffimuður í kirkjukjallaranum.”



