Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kongshavnar Útgerðarfelag far seks mánaðar

John William Joensen

Í niðurstøðu hjá 3-mannabólkinum staðfestir nevndin at Kongshavnar Útgerðarfelag metir seg skylda landskassanum 41 milliónir krónur.

Í niðurstøðuni frá trímannabólkinum – sum hevur havt málið um landskassaveðhaldið til viðgerðar í fleiri mánaðar stendur at nevndin ikki hevur tikið støðu til skuldarspurningin, men at Kongshavnar Útgerðarfelag við – umsóknini- metir seg sjálvt at skylda peningin.

Hóast trýmannabólkurin – mannaður við løgfrøðingum – hevur havt umsókina til viðgerar í fleiri mánaðar er niðurstøðan opin fyri tulkingum og full av stavi/slag feilum.

Tó sigur nevndin at Kongshavnar Útgerðarfelag eigur at fáa seks mánaðar til at útvega nýtt skip áðrenn støða verður tikin til at fáa landskassaveðhaldið afturgoldið.

Brot úr svarinum:

Nevndin hevur á fleiri fundum viðgjørt spurningin, herundir eisini um umsøkjarin framhaldandi kann metast at skylda peningin……..

Umsøkjarin má eftir øllum at døma sjálvur meta at skylda peningin, tá hann søkir um loyvi at flyta skuldina yvir á annað skip…….

…. Nevndin kann staðfesta, at veðbrævið hjá landskassanum liggur uttanfyri virðið á Napoleon og veðrættarstøðan tí ikki kann gerast verri við at verða flutt yvir á annað skip….

Nevndin kann í princippinum tilmæla at lánið verður flutt á annað skip, soleiðis sum søkt verður um…. treyta av at landsstýrið innan eina hóskandi freist fær hóskandi veð í annað skip fyri upprunaligu upphæddina (41.milj. kr.).

Viðmerkjast skal at lógin ásetur at nýggja skipið skal verða útvega innan 1 ár eftir at fyrra skipið er selt. Hendan freistin er langt síðan farin, uttan tó at umsøkjarin hevur skyldina av hesum.

Umsóknin kom inn uml. 6 mánaðar eftir søluna.

Mett verður tí at ein hóskandi freist at seta umsøkjaranum at útvega annað skip er 6 mánaðar.

Í 3-mannað nevndini sita:
Annfinn V. Hansen, Julianna Klett og Sjúrður Horsdal.

Landsstýri tekur avgerð

Tað er landsstýrismaðurin í Fíggjarmálum sum kemur at taka avgerð í málinum, tí niðurstøðan hjá nevndini er bara ein tilráðing.

Velur Karsten Hansen at fylgja tilráðingini frá 3-mannabólkinum fær Kongshavnar Útgerðarfelag eina freist uppá 6 mánaðar at finna annað skip at heingja landskassaveðhaldið uppá.

Sostatt gongur upp til hálvt ár til vit vita um felag, sum landsstýrismaðurin í fiskimálum var stjóri í – og sum hann framhaldandi eigur í – skal gjalda landskassanum 41 milliónur krónur.