Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Konsert i Atlantis Hóskvøldið 26. Jan. 2006. Kl. 19:00

Høgni Klakkstein

Luttakandi bólkar: "Channe Nussbaum Trio" (DK) og "Kári Sverrison saman við Yggdrasil" (FO)

Kostnaður fyri konsertina er Kr. 80,- (Lesandi gjalda ½ prís). Atgongumerki fáast á shell-støðini í Klaksvík og í Atlantis.

Hóskvøldið tann 26. januar verður høvið at hoyra forvitnisligan fusións fólkatónleik og klezmer tónleik frá donsku Channe Nussbaum Trio og heimstónleik frá Kára Sverrissyni og Yggdrasil. Tey luttaka saman á fyrstu FO-DK Konsertferðini í ár.
 
Channe Nussbaum hevur við trimum róstum fløguútgávum og einari nýggjari fløguútgávu á gáttini víst seg sum tann fremsti úrmælingurin innan klezmer tónleik í Danmark. Á konsertferðini í Føroyum fer hon at spæla nýggjan fusións fólkatónleik á donskum, har balkan tónleikur, klezmer salsa og danskur vísupoppur ganga upp í eina hægri eind. Harumframt fer hon at spæla vanligan klezmer tónleik á jiddiskum.
 
Kári Sverrisson og Yggdrasil spæla heimstónleik við uppruna í føroyskum fólkatónleiki. Yggdrasil hevur í ár 25 ár á baki, og Kári Sverrisson hevur í fleiri av hesum árunum luttikið á konsertferðum saman við bólkinum kring heimin.
 
 
Channe Nussbaum Trio, Kári Sverrisson og Yggdrasil fara at hava tríggjar konsertir saman í Føroyum. Hóskvøldið 26. januar spæla bólkarnir í Atlantis í Klaksvík, fríggjakvøldið 27. januar í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, og leygarkvøldið 28. januar luttaka bólkarnir sum partur av stóra Planet-Galla tiltakinum á Hotel Føroyum.

Harleywoodpaint