Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Konsert í Atlantis nú leygarkvøldið kl. 19:00

Høgni Klakkstein

DK/FO konsertrøðin bjóðar hesaferð klaksvíkingum góðan og mildan popptónleik. Nú leygarkvøldið kl. 19:00 fara Peter Smith (DK) og Dejavu (FO) á pallin í Atlantis.

Lagt verður upp til eina intima konsert har tónleikurin verður settur í fokus. Eisini verður roynt at gera kvøldið hugnaligt við at bjóða gestunum ókeypis kaffi/te og vaflur afturvið. Kostnaðurin fyri alt tiltakið er einans 90 kr. Skúlanæmingar og lesandi sleppa inn fyri ½ prís.
Fyrireikarar eru; Norðurlandahúsið, FUT, DJBFA og DAF.
Konsertirnar eru stuðlaðar av Atlantic Airways.


Peter Smith

Peter Smith hevur útgivið heili fimm fløgur. Fyrsta fløgan hjá Peter Smith kom út í 1990. Tann næsta fløgan, sum kom út í 1995 kallaðist Together, har vóru fleiri løg á sum blivu rættuliga kend, millum annað stóra radio hitti Its A Shame sum var tann fimt mest spældi sangurin á DR í 1995.
Umframt tað at vera evnaríkur studio tónleikari, hevur Peter Smith eisini nógvar royndir við live framførslum, hann hevur við sínum undanfarnu plátum millum annað hita upp fyri so kend nøvn sum Bryan Ferry, Celine Dion, Level 42 og Jethro Tull.
 
DejaVu
DejaVu bleiv sett á stovn í september 2000. Í 2003 gjørdist bólkurin nr. 2 í Prix Føroyar kappingini. Eftir Prix Føroyar fór bólkurin í holt við sína fyrstu fløgu sum kallast A Place To Stand On.
"A Place To Stand On" kom út tann 23. apríl 2005. Á fløguni eru 13 løg, tónleikurin er dreyma kendur poppur. Við einfaldu og vøkru løgunum, royna DejaVu at draga áhoyrarin við inn í teirra dreymaverð.