Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Konsert í Christianskirkjuni við donskum kamarkóri

Prestur

Kamarkórið CantiAros er eitt vælakór úr Århus við 20 sangarum. Kórið syngur klassiskan kórtónleik frá renæssansuni til nútíðina.

Kamarkórið CantiAros er eitt vælakór úr Århus við 20 sangarum. Kórið syngur klassiskan kórtónleik frá renæssansuni til nútíðina.

Konsertin í Christianskirkjuni verður leygardagin kl. 16 og tá fer kórið at syngja norðurlendskan kórtónleik av Thomas Schattenberg, P. E. Lange-Müller, Svend S. Schultz og Niels la Cour úr Danmark, Edvard Grieg úr Noregi, Otto Olsson úr Svøríki, Jean Sibelius úr Finnland og Sunleif Rasmussen úr Føroyum.

Sangirnir av Sunleif verða sungnir á føroyskum. Konsertin varar í ca. 40 minuttir. Kórleiðari er Michael Hvas Thomsen, sum er urguleikari í klosturkirkjuni í Horsens og harafturat dirigentur fyri orkestrunum Den Jyske Sinfonietta og kórinum Aarhus Barokkor.