Tíðindaskriv: Nes Sóknar Musikkfelag, Kenneth Jones og Birgitte Schnakenburg konsert í Løkshøll
Í kvøld, mikukvøldið 5. oktober, kl. 19.30 hava Nes Sóknar Musikkfelag, Kenneth P. Jones og Birgitte Schnakenburg heystkonsert í Løkshøll.
Nes Sóknar Musikkfelag er hornorkestur í Eysturoy við spælarum í øllum aldrum.
Orkestrið var á konsertferð í New York í summar, og er nú farið undir vetrarskránna. Fleiri nýggir spælarar eru byrjaðir í orkestrinum í heyst.
Á konsertini fer Nes Sóknar Musikkfelag at spæla føroysk løg, tónleik úr sangleikum og marsjir. Eisisni fara Kenneth Jones (trompet) og Birgitte Schnakenburg (klaver) at spæla nøkur løg.




