Leygardagin 16. mars skipar Klaksvíkar Tónlistaskúli fyri konsert í Ósáskúlanum.
Leygardagin 16. mars skipar Klaksvíkar Tónlistaskúli fyri konsert í Ósáskúlanum.
Strúkiorkestur við næmingum spælir, eisini verður floytutrio, kvartett og floytusolo at hoyra. Á skránni er m.a. tað kenda Canon í D av Pachelbel, gamla føroyska sálmalagið “Nú rennur sólin fríð” í útseting hjá Kára Bæk og 2 satsir úr floytusonatu í G-dur av G.F. Händel.
Konsertin byrjar kl 15, atgongd ókeypis.




