Í kvøld klokkan 19.30 á Listasavni Føroya.
Mikukvøldið 20. juli kl. 19:30
Savnið er opið frá kl. 19 til 21
Atgongugjald 50,-
Ingibjørg Hansen (sopran), Ernst Sondum Dalsgarð (tenor) og Ólavur Jakobsen (gittar) framføra áhugaverda og fjølbroytta skrá. Á skránni er italienskur kendur tónleikur frá Don Juan, tónleikur eftir Andrew Lloyd Webber, Mozart, Bach, Schubert og føroyskur tónleikur. Harumframt verða tvey nýggj verk eftir Ernst Sondum Dalsgarð og Ingibjørg Hansen framførd. Ernst Sondum Dalsgarð hevur smíðað nýtt lag til yrkingina ‘’Í búri’’ eftir Janus Djurhuus, og Ingibjørg Hansen eigur orð og lag til nýggjan sang.
Um tey trý:
Ernst Sondum Dalsgarð (tenor og floytinistur) er útbúgvin floytinistur í ‘’Det Kongelige Danske Musikkonservatorium’’ í Keypmannahavn, og síðan 1995 hevur Ernst starvast sum professionellur operasangari í operakórinum í Kongaliga Teatrinum í Keypmannahavn.
Ingibjørg Hansen (sopran) er ung songkvinna úr Mikladali. Á heysti í 2004 vann Ingibjørg sum 13 ára gomul sangkapping við sanginum ‘’Crazy’’ hjá Willie Nelson, og eftir luttøkuna hevur Ingibjørg sungið alment til ymisk tiltøk í Føroyum. Síðani á heysti 2014 hevur Ingibjørg fingið sangundirvísing í Kongaliga Teatrinum í Keypmannahavn, har sanglærari hennara hevur verið Ernst Sondum Dalsgarð.
Ólavur Jakobsen (gittaristur) er evnaríkur klassiskur gittaristur. Ólavur hevur nomið sær útbúgving sum klassiskur gittaristur í ‘’Det Kongelige Danske Musikkonservatorium’’ í Keypmannahavn, og síðsta partin av útbúgvingini hevur Ólavur tikið í París.
Vælkomin á konsert.
Blíðar heilsur,
Listasavn Føroya




