Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Konsert við Kim Sjøgren í Klaksvík – 17 Sangarar luttaka eisini

John William Joensen

Konsertfelagið hevur havt og hevur framvegis sum endamál at skipa fyri konsertum úti um í landinum. Øll tiltøkini sum hava verið í høvuðsstaðnum, hava tó ikki rokkið allastaðni.

Eftir konsertirnar hava vit ofta hoyrt orðini "flott, áhugavert, avslappandi, fantastiskt o.s.fr.
Nú hava so norðingar aftur ein góðan møguleika fyri at fáa eina góðskuríka, lætta og sera áhugaverda konsert við heimskenda Kim Sjøgren, sum fer at leika á violin.
Umframt at hann fer at vísa síni kynstur á violinini, fara 17 Sangarar, sum eru kendir um landið, at koma við einum forkunnugari sangskrá, har sangir eitt nú um føroysku náttúruna verða sungnir við tilhoyrandi myndatilfari.
Sangirnir verða "Morgunroðans lond" hjá Líggjasi í Bø og Jógvani við Keldu, "Føroyar" hjá Kajfinni Hammer, við lagi eftir íslendska tónaskaldinum Bjørgvini Guðmundssyni, "Fyrr stillfør, rein hon rann" sangur ognaður Norðoya Sparika og "Í Summarhýri", har Jógvan við Keldu eigur bæði lag og orð.
Ein av seinastu konsertunum Konsertfelagið skipaði fyri, var í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, har kendi klaverprofessarin John Damgaard spældi og Petur Martin Petersen hevði ein myndlistarligan fyrilestur og hugleiddi um listamálaran Jóannes Kristiansen.

Konsertin við heimskenda Kim Sjøgren, har 17 Sangarar eisini fara at luttaka við hesum forkunnuga myndatilfari verður í Ósáskúlanum 9. apríl kl. 19.

Hugni og kaffi verður í steðginum.