Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Konsert við Martin Joensen í Norðurlandahúsinum

Oliver Joensen

Leygarkvøldið 17. februar verður skipa fyri konsert í stóra konsertsalinum í Norðurlandahúsinum.

Konsert við Martin Joensen í Norðurlandahúsinum
Leygarkvøldið 17/2 kl. 19.30 verður konsert í stóra konsertsalinum í Norðurlandahúsinum, har Martin Joensen og Hinir framføra løg úr aktuellu fløguni “Á Brúnni”. Henda útgávan hevur fingið sera góð ummæli við á vegnum. Fleiri av gomlu klassikarunum, t.d. Morgun, Ró og Svarti Ravnur, verða tó eisini á skránni.
Bólkurin hjá Martini, Hinir, hevur góð trý ár á baki, og hevur spælt á flestu føroysku festivalunum umframt á smærri spælistøðum kring landið. Tónleikarnar handan navnið “Hinir” eru: Jákup Zachariassen, steel og dobro, Eyðun Mohr Hansen, guitar, Jónleiv Jensen, slagverk/trummur og Pauli Magnussen, bass. Til konsertina í Norðurlandahúsinum verða eisini ymsir gestatónleikarar á palli.

Harleyfacadeacryl