Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Konsert við Siloakórinum

Tíðindaskriv

Mikukvøldið 24. mai kl. 20:00 hevur Siloakórið konsert í Siloa í Fuglafirði. Hetta verður seinasta konsertin, áðrenn kórið fer í summarfrí

Mikukvøldið 24. mai kl. 20:00 hevur Siloakórið konsert í Siloa í Fuglafirði. Hetta verður seinasta konsertin, áðrenn kórið fer í summarfrí

Kórið hevur framført og vant rættiliga nógv í vár, og var eisini á konsertferð í Íslandi eitt langt vikuskifti fyri páskir. Íslandsferðin eydnaðist væl. Sungið varð í fýra ymiskum kirkjum og samkomum í Reykjavík, og í einari kirkju nakað norðanfyri. Væl av fólki var og lýddi á, og blíðskapurin frá íslendingum móti føroyingum merktist enn einaferð. 

Síðani íslandsferðina hevur kórið sungið til páskastevnuna, sum var í ítróttarhøllini í Runavík, umframt nakrar ferðir á møtum í Siloa.

Tað er Eyðun á Lakjuni, ið stjórnar kórinum, sum er samansett av kvinnum og monnum í so at siga øllum aldri. Kórið syngur bæði a capella og saman við orkestri, nýtt og gamalt, føroyskt og enskt, so sangúrvalið er rættiliga varierað. 

Í orkestrinum er klaver, trummur og bassguitari, men so eru eisini onkur løg, ið hava cello og tvørfloytu afturvið. Í fleiri av løgunum eru solorøddir úr kórinum.

Konsertin í Siloa er ókeypis, og kórið vónar at síggja nógv fólk hetta kvøldið tað er jú frídagur dagin eftir. Ein drekkamunnur verður at fáa aftaná konsertina.

Harleywoodpaint